Tíðindi

Eftirløntir lærarar aðalfund

FLE, felagið fyri eftirløntar lærarar, hevur aðalfund í hølum Føroya Lærarafelags 23. mars klokkan 11.00

18.03.2019

Aðalfundurin byrjar við, at bjóðað verður drekkamuður, síðan verður fundurin settur klokkan 11.30. Fundarstjóri verður valdur, og ársfrágreiðingin løgd fram. Kunning verður frá NPT í Føroyum 2019 er tað seinasta á skránni.

FLE heitir á allar eftirløntar lærarar at kanna eftir, um limagjald er goldið. Hetta gevur limaskap í FLE og samstundis í FL. Felagnum manglar teldupostadressur hjá fleiri lærarum, og tí verður fundarinnkallingin send við vanligum posti til fleiri, so fyri  at fáa eitt lætt samskifti, verða tit biðin um at senda felagnum teldupostadressu – og boða frá, um tit ikki ynskja at vera limir í FLE.

Virkandi forkvinna er Gunnvør Joensen gunnvoraryggi@gmail.com


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.