Tíðindi
09.02.2023
Regluligur eftirútbúgvingarleistur verður skipaður fyri lærararnar. Tað stendur at lesa í samgonguskjalinum. Ætlanin er, at ein depil verður settur á stovn, sum fer at taka sær av allari eftirútbúgving og serútbúgving umframt styttri og longri skeiðum til fleiri útbúgvingar, íroknað læraraútbúgvingina. Ein arbeiðsbólkur er settur í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum hevur fingið uppgávuna gera eina lýsing av tørvinum á eftirútbúgving.
- Uppleggið er, at starvsfólk skulu sleppa at dagføra sína útbúgving við styttri og longri skeiðum umframt eftirútbúgving og serútbúgving. Samfelagið er í stórari menning, so tað er átrokandi, at starvsfólk verða førleikament javnt og samt. Hetta økið hevur verið forsømt í nógv ár, so at fleiri av lærarunum, sum hava serútbúgving, nærkast eftirløn ella eru farnir frá. Eftirútbúgving til lærarar stendur saman við hægri raðfesting av flokslæraranum frammarlaga á listanum, tá ið eg fari at raðfesta, sigur Djóni N. Joensen.
Tørvurin í skúlanum at eftirútbúgva og serútbúgva lærararnar er stórur. Talan er m.a. um skúlabókavørðir, KT-vørðir, lesivegleiðarar, serlærarar, orðblindalærarar, støddfrøðivegleiðarar og skúlavegleiðarar. Hvat fyri útbúgvingar fara at verða raðfestar fyrst, er støða ikki tikin til enn. Nógvar útbúgvingar hava bíðað leingi, og støðan úti í summum skúlum, eisini stórum, er, at teimum vantar serútbúgvið fólk at manna førleikastovuna.
Føroya Lærarafelag hevur víst á, at høvuðsorsøk til, at lærarar ikki eru útbúnir til seruppgávurnar, er, at pengarnir ikki røkka til hetta á játtanini til fólkaskúlan. Um eftirútbúgving og serútbúgvingar fara at verða játtað á kontu fyri seg, eins og tað var fyrr, og sum Føroya Lærarafelag hevur ynskt, er ov tíðliga at siga nakað um, sigur landsstýrismaðurin.
Mynd: Ólavur Frederiksen