Tíðindi

EDU-artic vekir náttúruvísindaliga forvitnið hjá næminginum

Í farnu viku vóru lærarar úr øllum Evropa á kunnandi fundi í Oslo um EDU-artic-verkætlanina; millum tey lurtandi vóru lærarar úr Eysturskúlanum í Havn. Fleiri lærarar í Eysturskúlanum ætla at taka lut í hesum verkætlanini; umframt tekur vísindabreytin á NámX lut.

31.10.2017

EDU-artic-verkætlanin byrjar í november og endar í mars komandi ár; hon er í fleiri tættum. Ein er skráseting av veðri, vøkstri og djórum, ein er fyrilestrar frá granskarum í Arktis, og ein er granskingarkapping fyri skúlanæmingar, har granskað verður í arktiska økinum. Í granskingarkappingini vinna 6, og hesi sleppa til Svalbarð og Svanhovd í Norðurnoregi. 

EDU-artic hevur til endamáls at vekja náttúruvísindaliga forvitnið hjá næminginum

Nógv eru samd um, at náttúruvísindin í fólkaskúlanum eigur at mennast. Laka úrslitið í náttúruvísindum hjá 9. floks næmingum í øllum PISA-kanningini kom ikki so óvart á tey, ið dagliga fáast vit hesar lærugreinarnar í fólkaskúlanum. Men “einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt”, tí laka úrslitið hevur elvt til eitt gott kjak um náttúruvísindina í skúlanum millum skúlafólk og myndugleikarnar. Granskað verður nú úrslitunum.

- Um fleiri geva náttúruvísindaligu lærugreinunum ans, fer tað at menna hesar lærugreinarnar, sigur Jacob Eli S. Olsen, lærari og ein teirra, ið var við á kunnandi fundinum í Oslo. Hann undirvísir í náttúruvísindum í 8. flokki og tekur lut við tí flokkinum í verkætlanini.

Eitt gott høvi at seta náttúruvísindi og náttúruvísindaliga gransking á skránna í hádeildini í fókaskúlanum eru tilboðini, ið Jarðfeingi hevur fingið til vega í verkætlanini EDU-artic. Verkætlanin er ókeypis at luttaka í.

EDU-artic-verkætlanin hevur fleiri tilboð, sum í hvør í sínum lagi kunnu vekja áhugan fyri náttúruvísindum hjá einstaka næminginum og gera náttúruvísindina í skúlanum sterkari. Men hetta hendir bara, um tilboðini verða brúkt í skúlanum og næmingurin møtir kanningunum og granskarunum í undirvísingini, sigur Jacob Eli S. Olsen.

- Aftur í hesum, er tað lærarin, ið er avgerandi. Tað krevur tíð og umstøður at vera við í EDU-artic verkætlani. Tí fer tað at styrkja verkætlanina, um slóðað verður fyri hjá lærarum, ið vilja at luttaka í hesum. Her eiga skúlin og myndugleikarnir laga umstøðurnar hjá læraranum, so at hann lætt kann luttka við sínum flokki.

Eru lærarar áhugaðir at hoyra meiri um EDU-artic verkætlanina, so kunnu teir seta seg í samband við Jacob Eli S. Olsen. Somuleiðis ber til at venda sær til Jarðfeingi og Lis Mortensen, jarðfrøðing og samskipara av føroyska partinum.

Í Skúlablað nr 2 í ár er umrøða av verkætlanini.

http://jf.fo/fyrilestur-jardfrodin-a-satuni-hvat-er-elst-og-hvat-er-yngst/

Yvirlit yvir netfyrilestrar:

http://edu-arctic.eu/program/lessons

Les meira:

http://jf.fo/verkaetlanir/edu-arctic/

Filmur um Edu-arctic verkætlanina:

https://www.youtube.com/watch?v=MPLNHfLJksI

Heimasíða hjá Edu-arctic verkætlanini:

http://edu-arctic.eu/

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.