Tíðindi

Dresscode átti ikki at verið neyðugt

Tað hevur altíð verið upp til ein og hvønn at lata seg í, sum einum lystir. Við tí frælsi og ábyrgd, sum tað altíð inniber. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

09.05.2023

Kjak hevur seinastu dagarnar tikið seg upp, hvørt skúlar skulu hava klædnareglur fyri næmingar ella ikki. Hetta í kjalarvørrinum av, at Vestmanna skúli hevur orðað slíkar reglur. Sagt verður m.a. at: “Klæðini skulu vera hampulig og ikki ov avdúkandi. Stuttir niðurdeilar og shorts ella buskur, ið sita ov niðarlaga, eru óhóskandi til skúlabrúks. Somuleiðis eru niðurringaðar blusur og navlablusur óhóskandi.” Heldur ikki skal húgva, keppur og hetta vera nýtt í tímunum.

Fyrst er at siga, at reglur, av øllum handa slag, altíð hava verið og altíð fara at vera í skúlunum. Tað er sjálvsagt neyðugt, annars verður anarki. Næmingarnir kunnu ikki sjálvir gera av, um og nær teir koma í skúla. Tað er undirvísingarskylda í Føroyum í 9 ár, og tað skal sjálvsagt haldast. Tað sama er við øðrum reglum og viðtøkum í skúlunum.

Men um vit júst skulu hava klædnareglur í fólkaskúlanum ivist eg í. Ikki tí, reglurnar í Vestmanna eru sera lagaliga orðaðar, so allar flestu næminganir vera als ikki ávirkaðir av teimum. Og endamálið við reglunum er eisini gott. “Til tess at tryggja eitt ótarnað arbeiðsumhvørvi er týdningarmikið, at øll eru hóskandi ílatin”, verður sagt. So fyri mær, er hetta helst meira symbolpolitikkur.

Men tað er meginreglan, sum mær ikki heilt hóvar. At hava slíkar reglur í heila tikið. Tað hevur ongantíð verið norðurlendsk siðvenja, eins og yviri í Statunum ella í bretsku oyggjunum, at hava slíkar orðaðar klædnareglur. Tað hevur altíð verið upp til ein og hvønn at lata seg í, sum einum lystir. Við tí frælsi og ábyrgd, sum tað altíð inniber. Bæði gentur og dreingir. Og tey allar allar flestu lata seg í innan fyri mark, hvat tað so er. Tað er væl klædnanormurin, ið avger tað til eina og hvørja tíð.

Mínar royndir sum lærari í nøkur og tjúgu ár eru annars, at hetta er ein sera avmarkaður trupulleiki, um nakar yvirhøvur. Men tá ið so onkur tílík avbjóðing hevur verið, hevur tað oftast fjarað burtur av sær sjálvum. Minnist eitt nú, hvussu summir dreingir í 00-unum gingu høgt uppí at hála brøkurnar niður á hálvan afturpartin, og undirbuksirnar komu undan. Brøkurnar vóru eisini sera víðar. Lærarar viðmerktu hetta, og hetta hvarv so líðandi aftur.

Nalvablusurnar vóru eisini væl dámdar um nakað sama mundi, og hetta bleiv eisini umrøtt á lærarastovum, men tað var ongantíð upp á tal at nokta fyri hesum, minnist meg rætt. Størri var avbjóðingin ikki enn so.

Minnist eisini meira enn eina ferð, at onkur genta í tílíkari nalvablus, í onkrum steðgi, setti seg á pultin hjá okkum lærarum og segði, at hon hevði eitthvørt at tosa við okkum um. Tá bleiv altíð sagt nakað soleiðis, at tað var gaman í, men fyrst mátti hon fara yvir á sítt pláss. So var tað úti av verðini. Minnist einki til, at nakar lærari er komin illa fyri av slíkum. Slíkt eigur ein og hvør lærari at kunna takkla skjótt og lætt, nær tað skal vera. Annað er so tað, at ein og hvør flokslærari, í dagsins skúla, javnan má tosa bæði formelt og óformelt við sínar næmingar um øll møgulig viðurskifti. Bæði hvat hendir í samfelagnum av ymiskum slag, og hvussu næmingarnir annars hava tað, eisini privat um neyðugt. Og eg ivist ikki í, at klædnastílur hevði verið nevndur, um hildið var, at tað var neyðugt.   

Bæði nalvablusin og heingibrøkurnar vóru móti, vildu næmingarnir vera við, og mótin kann, sum kunnugt, vera trupul at skilja. Hetta mótarákið fjaraði tó nakað skjótt burtur aftur. Tað hevði helst bæði verið løgið og óheppið, um vit lærarar skuldu farið í eitt slag av hernað ímóti onkrum tílíkum klædnaplaggi, sum var mett at vera uttan fyri reglur skúlans. Tað hevði helst fingið tann øvuta virknaðin.

Eri bangin fyri, at vit í ringasta føri, við slíkum reglum, kunnu framala ein trupulleika, sum í sera lítlan mun, um yvirhøvur, er til í dag. Arbeiðsumhvørvið verður, mær vitandi, ikki tarnað av onkrum klædnabúna í dagsins skúla. Tí er ikki neyðugt við dresscode í skúlunum.   

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni