Tíðindi

Deilir tú á netinum?

Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi, hevur kunngjørt, at SSP-ráðgevingin (Skúlar, Sosialir myndugleikar og Politi) fær tveir til fýra fyrispurningar um mánaðin um myndir, sum børn hava lagt út á netið av børnum í óhepnari støðu

24.01.2018

Óli Rubeksen varð fyri SSP-ráðgevingina biðin um at viðmerkja í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya tann 15. januar í sambandi við tað stóra barnapornomálið í Danmark. Danska ákæruvaldið fór at taka málið upp, tí at ungfólk høvdu deilt eitt videobrot við ungum fólk, sum vóru undir 15 ár ella undir 18 ár.

   Óli Rubeksen skuldi sum serfrøðingur hava eina meining um tað. So tað var í kjalarvørrinum av tí, at hann varð spurdur um, hvat vitan vit hava um slíkt fyribrigdi í Føroyum, og hvat vit gera við tað.

   Hetta málið snýr seg um at statuera eitt dømi um deilimentanina, at mann deilir eina mynd ella deilir tekst, sum mann einki eigur í.

   Søgan hevði tvey spor: pornografiskt tilfar, tí at hesi avmyndaðu ungu fólkini vóru undir 18 ár og at tað at eiga og deila myndir. Tað er revsivert at deila – bæði at taka ímóti og at deila myndir, sum tú einki eigur í. Tað er revsivert at deila nakað, sum kemur frá einum øðrum, t.d. myndir av einum triðja persóni. Málið snúði seg eisini um ein film, her ungfólk undir 18 ár hava kynsliga samveru, og hetta er deilt á netinum.

   Hetta við deilimentanini hevur verið á skránni nú í nøkur ár. Temaið er: deilir tú?

   Vit vita, at nógvar av hesum myndunum, ið verða deildar á netinum, fara í umfar uttan at viðkomandi avmyndaðu ella filmaðu ungfólk hava vitað av tí.

   Óli Rubeksen SSP-ráðgevi sigur, at ofta er tað soleiðis her í Føroyum, at myndir verða tiknar uttan samtykki. Skalt tú taka eina persónsrelateraða mynd, so krevur tað samtykki. Tað eru eisini summi, ið taka myndir av sær sjálvum – bæði penar myndir og seksuelt relateraðar myndir, kanska nakin ella hálvnakin – av persóni, sum mann hevur eitt ella annað parlag við – ella meiningin er rætt og slætt at gera seg upp. Tað er ikki forboðið at taka myndir av sær sjálvum og senda einum øðrum persóni hesar myndir, men lógarbrotið er alt fyri eitt tað, at viðkomandi, sum fær myndirnar, deilir tær við nakran annan.

   Hetta er kjarnin í málinum. Altso, tekur mann mynd av sær sjálvum so ella so, ja, so kann vandi vera fyri, at myndin fer í umfar á netinum, tí soleiðis er mentanin millum ungfólk. Tað gongur skjótt fyri seg. Tað tekur sekund at senda eina mynd víðari. Tað er ikki altíð, at heilin klárar at fylgja við tí spenningi, sum nú einaferð fylgir við tí at deila og fáa respons.

   - Mann er váðafúsur, um mann sendir einum øðrum eina mynd av sær sjálvum, serliga um tað t.d. er ein nakinmynd, sigur Óli Rubeksen, og hann leggur áherðslu á, at hetta er galdandi fyri øll í øllum aldri. Tað er ein afturkomandi trupulleiki, at summar av hesum myndunum enda í kategoriini "hatecrimes", serliga um tað eru fólk, sum hava havt ást á netinum, men so er tað "liðugt" ímillum tey, og so verða myndirnar brúktar sum hevnd. Tað er her, at politiið í Føroyum fær fráboðan tvær til fýra ferðir um mánaðin frá foreldrum og børnum um slíkar brotsgerðir, og í flestum førum snýr tað seg um børn og ung undir 15 ár. Tað vil so aftur siga, at lógin fevnir ikki um børn og ung undir 15 ár. Tí verða hesi mál í mongum førum viðgjørd sum sonevnd "stúranarmál". Mann er stúrin um hesi børnini. Politiið roynir at rekja málið upp so væl sum til ber. Nógv kann gerast í dag, tí hóast tey ungu ikki kunnu dømast, tí tey eru undir 15 ár, so kann politiið altíð fáa eina "stúranarsamrøðu" í lag við viðkomandi børn og foreldur.

   Tað ógvuliga stutta av tí øgiliga drúgva er, at ... mynd krevur samtykki!

Myndin:

Mann er váðafúsur, um mann sendir einum øðrum eina mynd av sær sjálvum, serliga um tað t.d. er ein nakinmynd, sigur Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi, og hann leggur áherðslu á, at hetta er galdandi fyri øll í øllum aldri. Tað er ein afturkomandi trupulleiki, at summar av hesum myndunum enda í kategoriini "hatecrimes"

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.