Tíðindi

Danska stjórin vil steðga dýrum námsferðum

Tað eigur at verða ein farin tíð, at næmingar setast aftur, tí teir ikki hava ráð at fara námsferð. Námsferðir eiga nevniliga at savna flokkin, heldur enn at býta næmingarnar sundur, heldur danski kenslumálaráðharrin.

30. januar 2020

Eiga vit at kunna vænta av næmingum, at teir hava ráð at rinda 15.000 krónur til eina námsferð? Nei, um vit spyrja danska kenslumálaráðharran. Men tað eru kortini mong dømi um so dýrar ferðir, í øllum førum í Danmark, tá ið miðnámsskúlar fyrireika námsferð. Danski kenslumálaráðin sigur nú, at tað eigur at vera ein farin tíð, at næmingar fáa loyvi at skipa so dýra námsferð; eitt loft eigur at verða sett á, hvussu nógv næmingar eiga at skula rinda fyri námsferð. Kenslumálaráðharrin arbeiðir nú fram ímóti at fáa politiska undirtøku fyri at seta eitt prísloft fyri, hvussu nógv næmingar eiga at skula rinda fyri námsferð.

Námsferðir eru ein týdningarmikil partur av menningini hjá næmingunum á miðnámi. Hetta eru túrar, har teir menna seg sjálvar, og har teir byggja upp ein felagsskap saman við teimum, tey lesa saman við. Tí ber tað ikki til, at nøkur ikki kunnu fara námsferð, tí tey ikki hava ráð. Tað skapar eitt a- og eitt b-hold, sigur Pernille Rosenkrantz-Theil, kenslumálaráðharri.

Tað eru serliga miðnámsskúlar, sum hava altjóða breytir, sum skipa fyri námsferðum, sum gerast so dýrar. Orsøkin til dýru ferðirnar er, at teir vilja hava nógvar næmingar at tekna seg til at ganga í skúlanum.

Tað kann ikki vera ætlanin, at miðnámsskúlarnir skulu kappast ímóti hvørjum øðrum fyri at fáa næmingar. Í staðin fyri eiga teir at samstarva og á tann hátt geva næmingunum bestu útbúgvingarnar, sigur Pernille Rosenkrantz-Theil.

Hon hevur í umbúna at fáa flokkarnar á Fólkatingi til samráðingar við tí endamáli at fáa eitt prísloft á, hvussu nógv næmingar skulu rinda fyri námsferðir; eitt uppskot er í mesta lagi 400 krónur um dagin og í alt ikki meiri enn 3000 krónur. Verður námsferðin dýrari, skal meirkostnaðurin fíggjast av skúlanum sjálvum ella øðrum.

Um somu tíð ætlar ráðharrin at gera námsferðirnar kravdar, og at túrarnir verða sæddir sum partur av undirvísingini. Undan samráðingunum ætlar ráðharrin at kanna, hvat kann verða gjørt, um næmingar ikki hava ráð at rinda fyri námsferð.

Kelda: uvm.dk

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.