Tíðindi

Dagsins yrking

Í februar mánaði verður Dagsins yrking aftur at hoyra í útvarpinum.

28.01.2021

Í februar í fjør var tátturin Dagsins yrking á fyrsta sinni settur á skrá. Dagsins yrking fekk góða undirtøku, og tí gleðist Kringvarpið um, at vit aftur í februar í ár fara at hugsavna okkum um yrkingar.    

Hvønn yrkadag - mánadag til fríggjadag, klokkan 12.00 - verður ein yrking at hoyra í útvarpinum. Í alt er talan um 20 yrkingar. Tað verða 6 yrkjarar og 4 sjónleikarar, vit fara at hoyra lesa upprunaføroyskar yrkingar.

Bókmentaráðið hevur skipað fyri og valt út so ymiskt og fjølbroytt sum gjørligt. Í bókmentaráðnum eru Marjun Syderbø Kjelnæs og Bergur Rasmussen fyri Rithøvundafelagið, og fyri Kringvarpið eru Jonna Fritsdóttir Mortensen og Páll Danielsen.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.