Tíðindi


Dámar tankan um forskúla í sunnaru helvt Suðuroynni

Fyrstalærara í Porkeri, Mannbjørn Olsen, dámar tankan um at forskúli fyri alla Suðuroynna verður skipaður í Porkeri. Fyri nøkrum árum síðan var frammi at avtaka teir smáu skúlarnar í Føroyum. Ein teirra var skúlin í Porkeri. Tó, hann stendur enn, og hann stendur væl. Bygdin Porkeri setti seg upp ímóti, at skúlin varð avtikin

13. september 2017

Men tað kundi verið skipað øðrvísi, til dømis at fyrsti og annar flokkur í sunnaru helvt av Suðuroynni og forskúli vóru í Porkeri og so triðja og fjórða flokk í allari sunnaru helvt í Sumba. Í Suðuroynni er eingin forskúli yvirhøvur.

- So blivu skúlarnir jú brúktir, og teir stóðu sostatt ikki tómir, sigur Mannbjørn Olsen, fyrstilærari í Porkeri.

Tá fyri nøkrum árum síðan stúrdu tey fyri, at skúlarnir fóru at standa tómir, og tað fór at verða neyðugt at avtaka teir.

Hvat støddini á skúlanum í Porkeri viðvíkur, so hevði eingin trupulleiki staðist av at hýst øllum fyrstu og øðrum flokkunum og einum felags forskúla í skúlanum, her 26 næmingar ganga í skúla. Tá ið børnini fara úr sjeynda flokki í Porkeri, fara tey til Vágs í hádeildina har. Tann flokkurin í Vági verður ikki ovurstórur fyri tí, um tríggir, fýra ella fimm næmingar úr Porkeri koma aftrat um árið.

- Um nakað tað sama kom úr Sumba, kundi tað blivið ein heilur flokkur, tí flokkarnir í Vági eru heldur ikki stórir, sigur Mannbjørn Olsen, fyrstilærari í Porkeri.

Hann sigur, at fólk, sum fara at fáa sær eina hægri útbúgving koma ikki aftur til Suðuroynna.

- Tað eru øgiliga fá av teimum, sum fáa nakað arbeiði.

Mannbjørn hevur hugt at næmingatalinum, ið hevur verið í Porkeris skúla. Hann kom fram til, at umleið fimti hvør næmingur varð eftir í Porkeri. Hinir vóru fluttir úr bygdini, og tí verður barnatalið so lítið, sum tað er.

So ynskið hjá fyrstalæraranum er, at skúlaøkið kundi verið øðrvísi skipað, soleiðis at tað kundi borið til at samskipa alla skúlagongdina í allari sunnaru helvt av Suðuroynni. Hann hevði viljað, at mann fekk skipað forskúla, fyrsta og annan flokk í Porkeri, triðja og fjórða flokk í Sumba og so restina í Vági.

Í Suðuroynni eru heilar tríggjar framhaldsdeildir. Mannbjørn Olsen kundi hugsað sær, at øll framhaldsdeildin ella ið hvussu er tíggindu flokkarnir vóru fyri seg sjálvar. Hann sipar til Nám X skipanina í Havn. Hvar tann felags framhaldsdeildin kanska skuldi verið í Suðuroynni, kundi verið ein samráðingarspurningur.

Ferðasambandinum feilar so einki í Suðuroynni ... jú, kanska millum Sandvík, Hvalba og Fámjin í norðaru helvt í Suðuroynni og sunnaru helvt, ið samferðsluliga er væl fyri.

Undirsjóvartunnilssambandið verður latið framtíðar ættarliðum at skipa.

Myndin:
Fyrstalærara í Porkeri, Mannbjørn Olsen, dámar tankan um at forskúli fyri alla Suðuroynna verður skipaður í Porkeri

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.