Tíðindi

Børn við máltrupulleikum stríðast óneyðuga nógv

Í hvørjum flokki eru á leið tveir næmingar, sum hava stórar málsligar trupulleikar, uttan at nakar varnast tað. Hetta er sera óheppið, tá ið vit leingi hava vitað, at tað ber til at hjálpa hesum børnum, so at tey klára seg betur bæði sosialt og fakliga í skúlanum

20.12.2019

Málsligir trupulleikar hjá næmingum eru á mangan hátt ein trupulleiki, mong ikki síggja; hetta kann tykjast margháttligt, ikki minst í ljósinum av teimum stóru avleiðingunum, tað hevur bæði fyri næmingarnar at klára seg sosialt og fakliga í skúlanum.

– Á leið tveir næmingar í hvørjum einasta skúlaflokki hava so stórar málsligar trupulleikar, at vit kunnu nevna teir menningarlig málórógv. Tað vil siga, at børnini eru fødd við hesum trupulleikum, og at tey stríðast við teir restina av lívinum, sigur Monica Melby-Lervåg, professari við Instituttið fyri sernámsfrøði á Universitetinum í Oslo.

Men tað góða er, at nógv kann verða gjørt í barnagarðinum og skúlanum, sum kann forða, at málsligu trupulleikarnir hava stórar avleiðingar fyri sjálvsmyndina, støðuna hjá barninum í skúlanum og framtíðar útlitini hjá tí.

Hvat í mállæruni er trupult?

Er tað nakar málsligur bygnaður, sum øll børn, ið hava menningarliga málórógv, hava trupulleikar við, sama hvat mál tey tosa?

Tá ið granskarar fóru undir at kanna henda spurning fyri nógvum árum síðan, høvdu teir eina vón um at finna nøkur felags eyðkenni hjá hesum børnunum. Leingi hildu teir, at vantandi førleikarnir at benda sagnorð kundu verið eitt, ið eyðkendu tey. Trupulleikin var, at hypotesurnar stórt sæð bygdu á kanningar, sum eru gjørdar á enskum. So hvørt fleiri kanningar vórðu gjørdar, vórðu granskararnir noyddir at ásanna, at tað eru eingi vatntøtt felags eyðkenni, men at málslig styrki og veikleikar hjá børnum er treytað av málinum, tey tosa. Norsku granskararnir halda, at tørvur er at kanna, hvussu málsligu trupulleikarnir vísa seg á norskum, fyri at kunna eyðmerkja børn við menningarligari málórógv og seta í gongd góð málmenningartiltøk.

Tvey ár seinni í menning

Børn við máltrupulleikum eru í vanda fyri at hava varandi trupulleikar í skúlanum. Nógv hava atferðartrupulleikar og trupulleikar við at lesa. Courtenay Norbury, professari við University College London (UCL) og professari 2 við Instituttið fyri sernámsfrøði við Universitetið í Oslo, hevur kannað 7000 børn, sum vóru 4 ára gomul. Norbury heldur, at málsligu førleikarnir hjá børnunum eru ógvuliga ymiskir.

– Tíverri er tað soleiðis, at hóast orðfeingið og málsligu førleikarnir økjast hjá øllum børnum, er stigskipanin millum børn ógvuliga støðug yvir tíð. Tað ger, at tað kann vera trupult at skunda undir málmenningina hjá einstaka barninum, sigur hon.

Børn við málsligum trupulleikum fáa betri málførleikar, men tað sær út til, at tey altíð fara at vera tvey ár afturút í menning samanborið við javnaldrar sínar. Hetta nevnir Norbury fyri «The 2 year language gap».

Sjálvskensla og sálarlig heilsa

– Tað er tíverri soleiðis, at tá ið eitt barn byrjar í skúlanum við vánaligum málsligum og samskiftisligum førleikum, so hevur hetta eisini avleiðingar á onnur øki. Sjálvskenslan verður ikki góð, tá tú ert afturút í málsligu menningini, og kanska eisini stríðist við vinir og tað fakliga. Vit síggja, at hesi børnini eisini stríðast oftari við angist, tunglyndi og vánaliga sjálvskenslu samanborið við onnur børn, sigur Norbury.

Børn, sum hava vánaligt mál, hava eisini oftari atferðartrupulleikar, ovurvirkni og trupulleikar við uppmerkseminum samanborið við onnur. Orsøkin til, at børn við málsligum trupulleikum hava fleiri av hesum eyðkennunum, kann stava úr ílegunum hjá teimum, men tað kann eisini hugsast, at ein trupulleiki elvir til fleiri trupulleikar. Gransking bendir á, at atferðartrupulleikar og kensluligir trupulleikar eru avleiðingar av málsligu trupulleikunum.

Kelda: forskning.no

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.