Tíðindi

Børn trúgva øllum, tey lesa á netinum

Tá ið børn lesa á talgildu og sosialu miðlunum, sýnist tað sum, at tey trúgva hvørjum orði. Tað kemur fram í kvalitativu kanningini, sum er gjørd í kjalarvørrinum á stóru kanningini av lesivanum hjá børnum í 3.-7. flokki í Danmark.

04.01.2019

Børn meta dygdina og trúvirðið á tí, tey lesa, út frá, hvussu nógv ”likes” tað hevur fingið, ella hvat liggur ovast í leitifeltinum.

- Yvirskipað kunnu vit siga, at børnini hugsa ikki kritiskt ella reflekterandi um tað, tey møta á netinum, verður sagt í kanningini.

Tá ið tað er sagt, vita nógv børn av, at tað, sum verður drigið fram og mangan undirstrikað á forsíðuni, er stuðlað av ávísum fyritøkum. Viðmæli og ráð frá vinum hevur stóran týdning, tá ið børn skulu meta um, hvørt ein youtuberi ella filmur á youtube er góður ella ikki. Sambært børnunum eru tað tískil vinir umframt ein brúkara-til-brúkara-meting, sum fyrst og fremst er avgerandi fyri, hvørjum tey hyggja at á talgildu miðlunum, og hvussu tey meta um tað. Tað er hugvekjandi, hvussu stórt sannleiksvirði og hvussu nógvan myndugleika børnini meta upplýsingarnar, tey fáa av netinum, hava.

Drongur: ”Telefonin er eitt av klókastu tingunum í øllum heiminum.”

Genta: ”Tað er einki, sum er klókari enn Google.

Men tit kunnu ikki vita, um tað, tit finna, passar, ha?

Drongur: ”Tað mesta er.”

Ein annar drongur: ”Jú.”

Hvussu kunnu tit vita tað?

Genta: ”Hví skulu fólk lúgva?”

Tá ið talan er um tekst, lesa nógv børn fyrstu síðuna, sum kemur fram, tá ið tú leitar á Google. Tey hugsa ikki nærri, um síðan er trúlig, ella um tað er besta keldan til tað, tey vilja hava meiri at vita um. Í staðin seta tey álitið á leitimaskinuna:

Drongur: ”Altso, so eg plagi bara at taka tað fyrsta tað besta og lesa eitt sindur um tað […]  google veit alt.”

Fleiri eru tó tilvitað um, at ikki alt, tú finnur á netinum er líka gott ella satt. Til dømis tá ið talan er um Wikipedia, har øll kunnu leggja vitan um eitt evni ella ein persón inn, uttan at tað verður eftirkannað ella gjøgnumgingið.

Børnini eru eisini tilvitað um, at fólk kunnu geva seg út fyri at vera onnur enn tey eru í veruleikanum, og nøkur vita eisini av keðiligum royndum, at tú kanst verða snýttur á netinum. Men svarini hjá børnunum benda á, at teimum vantar grundleggjandi vitan um tøknifrøðina, sum er aftan fyri upplýsingarnar, tú finnur á netinum, umframt amboð, sum kunnu gera tey betur før at gjøgnumskoða tað, tey lesa á netinum.

Í kvalitativu kanningini eru 28 børn í 6. flokki spurd um ymiskt, ið hevur við eitt nú lesi-, miðla- og frítíðarvanar.

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.