Tíðindi

Bóklingur um tvímæltar næmingar í føroyska fólkaskúlanum

Bóklingurin er vegleiðing um karmar, trivnað og hvussu undirvísing kann verða løgd til rættis

17.12.2020

Bóklingurin vendir sær fyrst og fremst til lærarar og onnur starvsfólk í fólkaskúlanum, sum taka ímóti og undirvísa tvímæltum næmingum, ið hava annað móðurmál enn føroyskt. Harumframt er bóklingurin eisini viðkomandi hjá stovnum, ráðgevum og ábyrgdarpersónum, ið hava tilknýti til fólkaskúlan.  

Tilfarið er vegleiðandi og ætlað sum íblástur. Lýst verða øki, sum eru viðkomadi, í sambandi við at næmingar, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, byrja í skúlanum, m.a. karmar og skipanir í fólkaskúlanum, móttøka, skúlabyrjan, trivnaður, foreldrasamstarv og at leggja undirvísingina til rættis. Harumframt eru dømi um undirvísingarmiðlar, sum lærarar nýta í undirvísingini í føroyskum sum annaðmál.

Bóklingurin tekur støði í føroyskum viðurskiftum og er gjørdur í samstarvi millum Mentamálaráðið og Útlendingastovuna við íblástri frá  lærarum, ið undirvísa tvímæltum næmingum og serkønum innan trivnað og tvímæli. Harumframt er hugt eftir skipanum í okkara grannalondum.

Fyrispurningar ella viðmerkingar til bóklingin kunnu sendast til ummr@ummr.fo.

Bóklingurin sæst her:

https://lms.cdn.fo/media/14837/bóklingur-um-tv%C3%ADmæltar-næmingar-%C3%AD-fólkaskúlanum.pdf?s=mxqZ_l6pu5UIIfFXf6Hk3rmq0S8


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.