Tíðindi

Bæði SSP og AKT hava følaran úti

Á annan hátt – í sambandi við tað, ið rørir seg millum næmingar Í Eysturskúlanum í Havn seta tey hetta skúlaárið samstarvið millum SSP-læraran og AKT-læraran á breddan.

09.01.2024

Næmingar kunnu hitta SSP- og AKT-lærara ávísar klokkutíðir, og møguleiki er at hava samrøður ella annað samskifti næminginum at frama. SSP-ráðgevararnir hittu Elin Guðjónsson, SSP-lærara, og Miriam Nolsøe Johannesen, AKT-lærara, at umrøða skipanina, ið tær hava sett hol á hetta skúlaárið.

Leiðslan í Eysturskúlanum stuðlar arbeiðinum hjá SSP-læraranum og AKT-læraran væl, soleiðis at teir hava skipaðar umstøður at røkja starvið. Tí eru tímar skrásettir í vikutalvuni, og lýst er, at SSP-/AKT-hølið er opið mánadag kl. 10-11:30 og mikudag kl. 12-13:30. Leiðslan í skúlanum tekur eisini væl undir við teimum tiltøkum og átøkum, ið eru á skránni í skúlaárinum, og leiðslan vísir eisini virðing fyri professionalismuni innan øki teirra.

Elin og Miriam hava kunnað lærararnar á námsfrøðiligum fundi og greitt næmingum í hádeildini frá møguleikanum at støkka inn á gólvið í hølunum hjá SSP og AKT. Um lærarar í miðdeildini ella grunddeildini meta, at næmingur í tí aldursbólkinum hevði havt gott av at prátað við annaðhvørt SSP-lærara ella AKT-lærara, so eru teir eisini kunnaðir um hendan møguleikan.

Hetta átakið hevur eisini við sær, at báðir lærararnir samskifta um arbeiðsøkini, á hvønn hátt tey eru ymisk, og í hvørjum uppgávum arbeiðið fellir saman – og hevur felags grund í at arbeiða fyribyrgjandi og at skapa góðan trivnað. T.d. kann ein avbjóðing í ávísum næmingabólki møguliga best verða loystur við samskifti við AKT-lærara, meðan tað verður til SSP-uppgávu, um so er, at avbjóðingin t.d. broytist og verður til happing á netinum. Mong dømi eru um, at næmingar flyta skúla, og í onkrum føri er talan um mistrivnað. Í fyrstu atløgu kann mistrivnaðurin hava við sær, at AKT-lærarin arbeiðir við at lofta næminginum á bestan hátt, men um so er, at mistrivnaðurin hevur við sær avbjóðingar, ið eru á markinum til lógarbrot, verður uppgávan onkursvegna til SSP-læraran at arbeiða við.

Elin og Miriam eru samdar um, at ein styrki teirra er, at tær hava hvør sítt øki og samstarva væl. Tær halda tað er ein fyrimunur, at AKT- og SSP-lærarin ikki eru sami persónur, tí hetta ger, at mann ikki er so einsamallur um tung mál – tað er altíð gott at sparra.

Avgerandi partur í arbeiðinum er at vera sjónlig, práta við næmingar og foreldur og skapa positivar relatiónir. Tí eru bæði Elin og Miriam við á flestu felags foreldrafundum. Framløgurnar í ár snúðu seg um flokstrivnað og skíggjanýtslu (AKT) og spælibólkar og ung og lívið (SSP).

Ein stórur munur á starvsøkjunum er, at í SSP-arbeiðinum er SSP-ráðgevingin til taks. Arbeiðið er lagt væl til rættis, t.d. nær føstu fundirnir eru, og hvørji tiltøk og átøk eru skipað. Annar munur er, at SSP-lærarar hava ikki skipað seg í undirfelag, eins og AKT-felagið er undirfelag hjá Føroya Lærarafelag og AKT-lærarar hvør í sínum lag skipa økið í egnum skúla. Ein annar munur er, at tað ikki er beinleiðis skipað, at AKT-lærarar eru í samstarvinum, ið SSP-samstarvið fevnir um.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2023, sum kom í desembur.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.