Tíðindi

Byrjanarlesingin – ein góð søga

Mín eygleiðing er, at frálæran í byrjanarlesing er blivin nógv meira skipað, og tað verður fylgt ómetaliga væl við, hvussu gongdin hjá øllum næmingunum er.

08-10-2021

Uttan at vera serfrøðingur á lesiøkinum tori eg at siga, at næmingarnir í byrjanardeildini seinastu 10-15 árini hava flutt seg nógv fram á leið, tá ið tað snýr seg um at lesa. Hetta sigi eg út frá teimum eygleiðingum, eg havi gjørt mær tey góðu 17 árini, eg havi starvast sum fólkaskúlalærari í Føroyum. Og tað er serliga einum at takka, at so stór framstig eru gjørd í lesihøpi, og tað er lærarunum kring landið.

Fleiri lærarar hava nomið sær útbúgvingar innan lesiøkið, t.d. orðblindalæraraútbúgving og lesivegleiðaraútbúgving, og eru farnir til verka úti á skúlunum við tí servitan í skjáttuni, teir hava ognað sær. Teir hava síðani lagt starvsfeløgunum lag á, hvussu best er at fara fram í lesiundirvísing, og hvussu besta úrslit verður rokkið.

Mín eygleiðing er, at frálæran í byrjanarlesing er blivin nógv meira skipað, og tað verður fylgt ómetaliga væl við, hvussu gongdin hjá øllum næmingunum er. Syrgt verður fyri, at allir næmingar fáa hóskandi avbjóðingar, og teir næmingar, sum stríðast við lesingina, fáa ta hjálp og tann stuðul, teimum tørvar. Foreldrini verða í tí sambandi eisini javnan kunnað, hvussu støðan hjá teirra barni er, soleiðis at tey fáa hjálpt barninum so væl sum gjørligt. Av tí sama eru eisini so nógv færri næmingar í dag, sum detta niðurímillum. Fáar skipanir eru lýtaleysar, men tað er sjón fyri søgn, at nógvir batar eru hendir í lesiundirvísingini í byrjanardeildini.

Tað er sjálvandi ógvuliga gott, at eitt miðvíst arbeiði hevur verið gjørt í lesiundirvísingini í byrjanardeildini, tí lesingin er so ótrúliga grundleggjandi í nærum allari undirvísing. Hon er ein av súlunum, sum heldur so nógvum øðrum uppi. Fortreytirnar hjá næmingunum blíva so øgiliga nógv betri, tá ið lesingin er fingin upp á pláss og situr, sum hon skal. Sannlíkindini fyri, at næmingarnir fáa eina meira gevandi og hugaligari skúlagongd, eru eisini nógv størri.

Tí er tað eisini avgerandi fyri alla skúlaskipanina, at lærarar javnan fáa høvi at útbúgva seg og førleikamenna seg innan t.d. lesing. Tað eru eftirhondini nokk so nógv ár síðani, teir seinastu orðblindalærararnir og lesivegleiðararnir blivu útbúnir, og tørvur er sjálvandi alla tíðina á at seta nýtt fólk við.

Jú, tað kostar pening at bjóða tílíkar útbúgvingar út, men hesir pengar verða vunnir inn aftur fleirfalt í hinum endanum, tí vit lofta fleiri næmingum, sum annars kanska høvdu farið ígjøgnum skúlaskipanina uttan at hava fingið ta hjálp, teimum tørvar. At fólkaskúlin hevur lærarar við slíkari servitan og slíkum førleikum, eigur at vera eitt krav og má ongantíð undirmetast. Og tað er ábyrgdin hjá politiska myndugleikanum at bera so í bandi, at lærarar kunnu útbúgva seg innan hesi øki, soleiðis at vit røkka øllum næmingum so væl, sum til ber.

Fólkaskúlin fyllir nógv í miðlunum og í práti millum manna annars, men tíverri er tað sum oftast, tá ið tað er okkurt, sum antin ikki er nóg gott ella manglar. Tað hevði einki gjørt, um vit vóru raskari at minna okkum sjálv á, at tað í roynd og veru eru nógv viðurskifti í fólkaskúlanum, sum eru góð og rigga væl. Lesingin í byrjanardeildini er eitt dømi, men eg ivist onga løtu í, at tað er ein ørgrynna av øðrum góðum søgum at tríva í, um vit gera okkum ómak at gruna eina løtu.

Latið okkum eisini siga tær søgurnar viðhvørt.

Sjónarmið eftir Tórhall við Gil, nevndarlim Føroya Lærarafelags, í Skúlablað nr 5, 2021, sum júst er komið.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.