Tíðindi

Bygnaðarbroytingin í MMR hóvar Lærarafelagnum

Lærarafelagið er kunnað um ætlaðu umskipanina av Mentamálaráðnum, sum fer at hava við sær, at eitt nú umsitingin av fólkaskúlanum verður løgd í eitt undirvísingarstýri

22.01.2018

- Tað er rættiliga sermerkt samanborið við, hvussu tað er aðrastaðni, at ein stovnur sum fólkaskúlin liggur í Mentamálaráðnum, og at Mentamálaráðið ítøkiliga umsitur øll øki í fólkaskúlanum. At ráðið nú verður umskipað, og fólkaskúlin lagdur í eitt undirvísingarstýri dámar okkum í útgangsstøði væl, sigur Herálvur Jacobsen.

Formaðurin í Føroya Lærarafelag letur ikki væl at samskiftinum við Mentamálaráðið, soleiðis sum tað hevur verið.

- Ein fyrimunur við umskipanini verður vónandi, at arbeiðsbýtið í stýrinum verður greiðari, og vit altíð vita, hvønn vit skulu venda okkum til, tá ið eitthvørt er. Samskiftið við Mentamálaráðið hevur ikki verið nøktandi leingi; skúlaleiðslur bíða leingi eftir svari í málum, sum eru fyri, og mangan fáa tær lítla hjálp.

Skúlaleiðslur koma stundum í støður, har løgfrøðilig ráðgeving er neyðug. Ráðgevingin úr Mentamálaráðnum hevur verið avmarkað og stundum ónøktandi, sigur Herálvur Jacobsen.

- Hetta kemst av, at Mentamálaráðið er kærumyndugleiki og tí ikki kann vera partur í viðgerðum av málum, sum kunnu ella eru kærd til ráðið. Nú Undirvísingarstýrið verður skipað, verður Mentamálaráðið framvegis kærumyndugleiki. Ein annar møguleiki, sum verður nevndur, er at leggja kærumyndugleikan til Føroya Kærustovn. Nýggja Undirvísingarstýrið kann hinvegin átaka sær ráðgeving og vegleiðing í málum, sum stinga seg upp í skúlamálum, og tað er gott.

Lagt verður upp til í umskipanini, at starvsfólkini í undirvísingarstýrinum fara at arbeiða burturav við undirvísingarmálum, harundir fólkaskúlanum, og tað hóvar Herálvi Jacobsen væl.

- Um hetta merkir, at fleiri fólk fara at arbeiða við eitt nú fólkaskúlamálum, veit eg ikki. Her verður í hvussu er latið upp fyri nøkrum møguleikum.

Í uppriti um bygnaðarbroytingarnar verður sagt, at endamálið við umskipanini av bygnaðinum í Mentamálaráðnum er at gera tað greiðari, hvørjar uppgávur verða loystar hvar fyri á henda hátt at tryggja eina betri loysn á uppgávuni. Ætlanin er tó, at sera tætt samband verður millum Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið, sum skulu verða roknað sum ein myndugleiki – ella so tætt, sum hetta letur seg gera. Stjórin í Undirvísingarstýrinum skal taka sjálvstøðugar avgerðir innan fyri delegatiónina frá Mentamálaráðnum, men annars fyrireika mál, sum skulu viðgerast víðari saman við Mentamálaráðnum, t.d. innan fíggjarliga økið. Undirvísingarstýrið skal kunna ráðgeva skúlum í løgfrøðiligum spurningum, t.d. í starvsfólkamálum, næmingaviðurskiftum og so framvegis.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni