Tíðindi

Bygnaðarbroytingin tekur grundarlagið undan eNámi

Andsøgn til útmeldingina, sum varð send løgtingslimunum, har greitt var frá, at 10. floks tilboðini skuldu styrkjast! Sonni Djurhuus, skúlastjóri í Skúlanum við Streymin, skrivar

21. januar 2019

Í sambandi við at MMR ætlar at broyta bygnaðin í fólkaskúlanum, hevur Skúlin við Streymin hesar viðmerkingar til ætlaðu broytingarnar við 10. flokki.

Í sambandi við aðalorðaskiftið um fólkaskúlan í november 2018 sendi MMR øllum løgtingslimum eitt kunningarhefti um broytingarnar. Í heftinum stendur m.a., at 10. flokstilboðini skulu skipast í færri eindir fyri at gera tilboðið betri við fleiri breytamøguleikum til næmingarnar. Sparingin skuldi vera áleið 3 millónir kr, og ein partur av hesum peningi skuldi brúkast aftur til at styrkja um 10. floks tilboðini.

Skúlin við Streymin tók stig til eNám saman við Fuglafjarðar og Stranda skúla í januar 2016. Skúlatilboðið hevði tvær stórar avbjóðingar við sær, tann fyrra var tann geografiska avbjóðingin og hin seinna verandi tímajáttanin.
 

Tímajáttanin røkkur til 8 breytir, sum eru mánadag, mikudag og fríggjadag. Breytadagarnir eru mánadag tríggjar breytir, mikudag tríggjar breytir og fríggjadag tvær breytir. Hvør breyt hevur 6 undirvísingartímar, sum er ein skúladagur. Sum er fáa skúlarnir eina tímajáttan svarandi til 5 skúlaflokkar, og henda játtan er altavgerandi fyri, at eNám framhaldandi kann vera ein veruleiki.

Við uppskotinum hjá MMR fer eNám-samstarvið at fáa eina tímajáttan, ið minkar frá 150 niður í 90 undirvísingartímar, og tá er grundalagið viðvíkjandi eNám samstarvinum burtur.

Hetta er í andsøgn til útmeldingina, sum var send løgtingslimunum, har greitt var frá, at 10. floks tilboðini skuldu styrkjast við tað, at ein partur av peninginum, sum spardur var, skuldi fara til at styrkja 10. flokk. Í okkara føri hevði tað merkt, at um eNám bleiv styrkt, at vit fingu tvær til tríggjar breytir aftrat, so tilboðið gjørdist uppaftur betri.

Geografiska avbjóðingin er í verandi samstarvi, at kommunurnar gjalda fyri ferðingina, og gjaldið hjá Sunda kommunu er áleið 70.000 kr. Um staðsetingin t.d verður í Fuglafjarðar skúla eftir nýggja leistinum hjá MMR, veksur henda útreiðsla við meir enn 400%.

Sólskinssøgan hjá eNám er júst tann, at skúlarnir samstarva um tríggjar breytadagar, og so eru næmingarnir heima í sínum skúla í tveir dagar til ástøði. Hetta gevur næmingunum møguleika til at velja breytir eftir áhuga, samstundis, sum tryggi basin er heimaskúlin týsdag og hósdag.

Verður eNám ikki styrkt við tímum, er eNám søga eftir hetta skúlaárið. Tað er stórt spell, havandi í huga innsatsin og stuðulin kommunurnar hava veitt hesum skúlatilboði. Vit kunnu nevna, at t.d eSport-breytin kostaði Sunda kommunu áleið 200.000 kr at seta á stovn við útgerð. Vit kunnu staðfesta, at viljin hevur verið til staðar, tí tímajáttanin hevur loyvt tí.

Vit vilja heita á MMR um at halda orð og styrkja verandi samstørv.

Vinarliga

Sonni Djurhuus, skúlastjóri í Skúlanum við Streymin


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.