Tíðindi

BUBU: Føroyskt tilfar til føroysk børn

At vera fívil ella klovnur er kanska ikki altíð so lætt ella stuttligt, sum tað tykist, men Finn Johannessen trívist í leiklutinum sum BUBU, og hann gevur eisini føroyskum børnum føroyskt tilfar, hvørt tað er filmur bók ella tekning.

25.06.2019

Klovnurin BUBU gevur í hesum døgum út bók og bókstavarað.

Hetta er ikki fyrstu ferð, BUBU gevur út.

- Tað er nú 4 ár síðani, at fívilin BUBU gav út málibók, fløgu og litblýantar, sigur maðurin handan maskuna, Finn Johannessen, sum byrjaði sum BUBU í 2014.

- Tilfar er lagt á youtube, og nógv hava sagt, at har er so nógv av øðrum, men at føroyskt tilfar vantar, og tað hava vit roynt at bøtt um, sigur Finn Johannessen.

- Vit hava tað eisini soleiðis, at tað nýtiast ikki altíð at krevja so nógv, so sum ljós, mix og pall. Vit gera tað bara, og riggar tað, ja, so riggar tað, sigur Finn Johannessen.

Tveir filmar eru komnir við BUBU, og nú er bók komin.

- Hetta er ein roynd, og nú eg eri námsfrøðislesandi, er kanska ikki so løgið, at bókin er frálærukend. Eisini hava vit givið stavrað út, og tað er í samsvari við at vit í fjør lótu upp heimasíðuna bogstav.fo, sum eisini eggjar til málsliga menning, sigur Finn Johannessen.

- Tað hevur eydnast at framleiðs og fáa tilfar út, og hetta er við góðari fíggjarligari hjálp frá kommunum og fyritøkum. Hugskotið er at framleiða føroyskt tilfar til føroysk børn so einfalt sum gjørligt. Ein handan maskuna og ein handan mikrofon og myndatól. Men tó hugsa vit dygd! At tað er føroyskt, er ein dygd í sjálvum sær, og um vit føroyingar ikki framleiða føroyskt, hvør skal so gera tað? Men vit geva ikki øll svar, men skapa samrøðu, sigur Finn Johannessen.

- Í bókini eru tvær søgur. Tann seinna er skapt av læraralesandi, og hetta var tilfar, sum annars fór burtur, og tað helt eg vera spell, og tí gevi eg tað út sum BUBU, - og beri eisini kostnaðin, sigur Finn við eitt sindur av fívlasmíli.

- Hóast BUBU ikki hevur fingið nógva rúmd í KVF, so er prógvað, at tilfarið riggar, og tað er sera nógv spælt á youtube. Vit bera kostnaðin og eru ikki eitt stórt forlag, so tað kann vera tungt viðhvørt, sigur Finn Johannessen, sum við “vit” meinar við toymið aftan fyri BUBU, Eyðbjørn Jacobsen og Símun Dam, ið hava verið honum við lið hesi árini, síðani BUBU sá dagsins ljós.

- Men yoytube og pallframførslur halda lív í, tó at vit ikki eru so stórir, sigur Finn Johannessen, sum aftan fyri BUBU-maskuna í hesum døgum leggur fram nýggja bók og stavrað.

Tekstur og mynd: Dagfinn Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.