Tíðindi
16.01.2019
Verður uppskotið hjá landsstýriskvinnuni við skúlamálum viðvíkjandi 10. flokki samtykt, hevur tað avleiðingar fyri teir skúlarnar, sum hava færri enn 15 næmingar í 10. flokki. Ein teirra er Stranda skúli, sum hetta skúlaárið hevur 9 næmingar í 10. flokki. Endamálið við uppskotinum er at savna 10. flokk í 7 eindir kring landið, soleiðis at næmingatalið verður hægri, og útboðið av lærugreinum somuleiðis.
- Í okkara føri er hetta púra burturvið og einki annað enn ein sparing, tí vit samstarva longu við tveir skúlar, og hetta samstarvið gongur ógvuliga væl. Avleiðingin fyri okkara part verður, at vit missa 28 tímar, tað vil siga ein lærara, og tað er sjálvandi ógvuliga óheppið. Hetta fær eisini avleiðingar fyri, hvussu vit skipa skúlan; vit hava í fleiri ár skipað alla hádeildina soleiðis, at næmingarnir verða ikki floksbýttir. Næmingarnir úr 7. upp í 10. flokk eru saman og býttir sundur eftir førleika og tørvi; ein næmingur í 7. flokk, sum er væl fyri í onkrari lærugrein, kann vera saman við onkrum í 10. flokki; av tí sama fáa fleiri næmingar gagn av breytartilboðunum. Við ætlaðu broytingini fær tað avleiðingar fyri henda mátan at skipa skúlan, sigur Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri.
Stranda skúli samstarvar við Fuglafjarðar skúla, sum hevur 35 næmingar í 10. flokki, og Skúlan við Streymin, sum hevur 28 næmingar í 10. flokki. Tríggjar dagar um vikuna eru næmingarnir saman í onkrum av skúlunum til breytarundirvísing; tað veldst um, hvørjar breytir teir velja. Hetta er triðja árið, hetta samstarvið við roynt, og royndirnar eru sera góðar. Tilgongdin til 10. flokk er nógv størri enn hon var, áðrenn hetta varð sett í verk.
- Munurin er, at nú gevast fáir næmingar eftir 9. flokk, júst tí royndirnar eru so góðar. Næmingarnir eru sera væl nøgdir, og tað ávirkar tilgongdina.
Um uppleggið til tær sjey 10. flokseindirnar er at skipa samstarv, sum longu er til, vita vit ikki. Í Eysturoynni er 10. flokkur í Runavík og á Toftum, umframt í Fuglafirði, Strondum og við Streymin.
- Skulu sjey 10. floks eindir skipast, so gangi eg út frá, at uppleggið er, at eindirnar verða staðsettar eitt stað og ikki í fleiri skúlum, annars gevur tað ikki meining. Tað vil við øðrum orðum siga, at høli skulu til, og tað er ikki bíligt. Umframt skulu næmingarnir flytast til skúlan, og tað er heldur ikki bíligt; fyri okkara skúla kostar tað meiri enn 30.000 kr um árið í bussflutningi at flyta næmingarnar í 10. flokki nakrar dagar um vikuna; verða eindir settar á stovn, fer tað at kosta mangt slíkt, tí tá verður talan um bussflutning hvønn dag fyri nógvar næmingar. Umframt hevur tað eisini týdning fyri nøgdsemið hjá næmingum og lærarum, at stigið til samstarv verður tikið á staðnum, at tað eru vit, sum hava sett og snikkað hetta tilboðið saman; hugskotini eru okkara, og vit vilja hava tað at rigga. Einki er so ringt sum at fáa nakað kroyst út yvir teg.
Uppskotið er at gera broyting í grein 4, har nýtt stk. 2 verður sett inn: ”10. flokkarnir verða landafrøðiliga skipaðir í 7 skúlasamstørv. Í minsta lagi 15 næmingar skulu verða innskrivaðir, áðrenn 10. floks skúlasamstarv verður skipað.” Í viðmerking til ætlaðu broytingina verður sagt, at 10. flokkarnir verða skipaðir í sjey samstarvseindir, og at ásett verður minsta mark fyri næmingatali í einari samstarvseind. Sum skipanin er í dag, so er einki minsta mark fyri, hvussu nógvir næmingar kunnu vera í einum 10. flokki, og tí fær skúli, sum hevur 10. flokk, játtan til ein heilan flokk uttan mun til, um tað eru ein ella 24 næmingar í flokkinum. Tað hava tí seinastu árini verið 10. flokkar við rættiliga fáum næmingum, heilt niður í ein næming. Í verandi skúlaári hevur minsti 10. flokkurin 2 næmingar, og tað eru fimm 10. flokkar, sum hava færri enn 10 næmingar. Við so lítlum næmingagrundarlagi eru møguleikarnir fyri breytum og felags tiltøkum rættiligar avmarkaðir. Skotið verðir tí upp, at 10. flokkarnir verða skipaðir í samstarvseindir, og at ásett verður eitt minsta mark fyri næmingatali í samstarvseindini. Undantak verður tó gjørt fyri 10. floks skúla, har høglig farleið ikki er til ein grannaskúla, ið hevur 10. flokk.