Tíðindi

Broytingarnar í fólkaskúlalógini hála í hvør sína ætt

Lógarbroytingarnar draga sostatt í hvør sína ætt, ein í eyst og hin í vest. Eg haldi, at hetta ósamsvar hongur saman við tilgongdini til lógarbroytingarnar. Tað hevur einki skúlapolitiskt kjak verið, har politikarar hava tikið lærarar og leiðslur við upp á ráð um hesar broytingar. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

14.08.2019

Fólkaskúlin er ein berandi súla í samfelagnum, tí skulu karmarnir um skúlan vera greiðir. Farna skúlaár brúkti Løgtingið tíð at skifta orð um fólkaskúlan, og burturúr komu uppskot til broytingar í fólkaskúlalógini. Nøkur av hesum vórðu samtykt og koma at seta sín dám á fólkaskúlan.

Av lógarbroytingunum eru tað serliga tvær, ið eg festi meg við. Samfelagsfrøði og heimildin at skera av undirvísingartímunum. Um somu tíð, sum samfelagsfrøði er vorðin lógarkravd lærugrein í hádeildini við tveimum undirvísingartímum um vikuna, so fáa leiðslur heimild at taka tveir tímar av kravda undirvísingartímatalinum hjá hvørjum árgangi at brúka til annað virksemi í flokkinum. Tað, sum eg undrist á við hesum báðum lógarbroytingum í mun til hádeildina, er, at um somu tíð sum frágreiðingin til aðalorðaskiftið grundgevur fyri, at skúladagurin hjá næmingunum í hádeildini er ov langur, og at lógarheimild verður givin at taka tveir tímar av lógarkravda undirvísingartímatalinum til annað virksemi í flokkinum, so verður ein bóklig lærugrein við tveimum undirvísingartímum um vikuna løgd afturat í hádeildini. Hetta hongur ikki saman.

Samfelagsfrøði hevur seinastu tvey árini verið lærugrein í 7. og 8. flokki sum royndarskipan. Semja er í skúlunum um, at innihaldið í lærugreinini við nýggja tilfarinum eigur sítt pláss. Men samstundis er víst á, at skúladagurin við eini lærugrein afturat verður langur, og at fleiri partar av innihaldinum í samfelagsfrøði viðgera somu øki, sum námsætlanirnar fyri landafrøði og søgu/samtíð áseta fyri tær lærugreinarnar. Komandi skúlaár er samfelagsfrøði lógarbundin lærugrein í 7., 8. og 9. flokki, uttan at aðrir undirvísingartímar eru tiknir burtur, og at innihaldið lærugreinunum er tillagað til hvørja aðra.

Lógarbroytingarnar draga sostatt í hvør sína ætt, ein í eyst og hin í vest. Eg haldi, at hetta ósamsvar hongur saman við tilgongdini til lógarbroytingarnar. Tað hevur einki skúlapolitiskt kjak verið, har politikarar hava tikið lærarar og leiðslur við upp á ráð um hesar broytingar. Tað kjakið hevði víst á aðrar gongdar leiðir og ført til lógarbroytingar, ið hingu saman. Nú eru lógarbroytingarnar framdar, og lærdómurin má vera, at tey, ið arbeiða dagliga í skúlanum og eru serfrøðingar á sínum øki, mugu takast við í arbeiðið.

Fólkaskúlin er serstakur við tað, at komandi ættarlið verða ment í skúlanum. Tí verður ofta víst á, at um ein trupulleiki ella mangul stingur seg upp í samfelagnum, so eru boðini, at hesum má fólkaskúlin taka sær av. Lærarar og leiðslur hava fleiri ferðir sagt frá, at tað ber ikki til at leggja aftur at uppgávunum hjá lærarunum, uttan so at okkurt verður tikið burtur.

Nú er samfelagsfrøði løgd afturat í hádeildini, og undirvísingarvikan er enn longri. Næmingar noyðast at velja fakini alis- og evnafrøði og týskt, ið geva atgongd til miðnámsskúlan. Men tað er eisini politiskt ynski um, at næmingarnir skulu velja handaligar og listarligar lærugreinar. Við valfakunum koma næmingarnir upp á 39 undirvísingartímar um vikuna. Tað er dekan og nógv. Eg haldi, at tá Løgtingið leggur eina lærugrein afturat í hádeildini, so eiga tey eisini at hava dirvi at siga, hvat so skal burtur av tímatalvuni. Tað gongur ikki bara at leggja afturat.

Lógarbroytingarnar peika í hvør sína ætt. Nú mugu vit fylgja við í, hvussu tær koma at roynast í verki. Enn eru fleiri øki eftir fáa greiðu á; her mugu politikararnir taka leiðslurnar og lærararnar við í arbeiðið, tað fer at fáa tingini at hanga betur saman.

Oddagrein eftir Jacob Eli S. Olsen, formann í Føroya Lærarafelag

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.