Tíðindi

Broytingar í fólkaskúlalógini fara at gera mun

Broytingarnar, sum eru í uppskoti at gera í fólkaskúlalógini, fara at gera stóran mun, verða tær samtyktar, serliga ein munandi styrkt tvílæraraskipan, heldur Jónleif Johannesen, formaður í Skúlaleiðarafelagnum.

14.12.2023

Í tilmælinum um broytingar í fólkaskúlalógini, sum var handað landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum í vár, eru nógv góð átøk, sum fara at flyta fólkaskúlan rættan veg, eitt nú lægri næmingatal í flokkunum, broytt tíma- og lærugreinaskipan, tvílæraraskipan við denti á samlæring og størri frælsi hjá skúlunum at leggja til rættis. Formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum heldur, at verður tvílæraraskipanin víðkað til allar flokkar, fer tað at gera sera stóran mun, tí tað verða færri næmingar fyri hvønn lærara, og næmingurin verður tættari læraranum.

- Tá fær lærarin so øgiliga nógv betri møguleikar at vera næminginum til hjálpar fakliga og sosialt. Tað verður eisini ein munandi bati, tá ið vit hugsa um stóra talið av næmingum, sum eru fluttir til landið og ikki duga føroyskt. At styrkja flokslæraraleiklutin er eisini átrokandi og neyðugt, tí flokslærarin stýrir floksmentanini og hevur samskiftið úteftir. Tað er lættari og bíligari at menna flokslæraraskipanina enn tvílæraraskipanina, báðar eiga at verða styrktar, tí tær hava báðar til endamáls at fáa ein flokk at virka fakliga og sosialt, men skuldi eg valt aðra, so hevði eg valt tvílæraraskipanina, tí hon hevur meiri orku við sær, og hon hevði óbeinleiðis gjørt uppgávuna hjá flokslæraranum lættari.

Arbeiðstíðaravtalan hjá lærarum ger, at nærum allir tímarnir í skúlanum eru oyramerktir. Sama er galdandi fyri leiðsluna. Hóast menningin í fólkaskúlanum á øllum økjum hevur gingið við rúkandi ferð síðstu nógvu árini, hava myndugleikarnir ikki í sama mun raðfest leiðslurnar, soleiðis at tíðin, hon fær at reka skúlan, samsvarar uppgávunum.

- Vit hava síðstu nógvu árini sæð, at myndugleikarnir hava valt at raðfesta nøkur øki, til dømis at seta førleikastovur á stovn, at veita fleiri tímar til føroyskt, støddfrøði og annað. At leiðslurnar ikki eru raðfestar, kemst helst av, at tað ongantíð er komið á breddan í politisku skipanini. Um tað eru leiðslurnar sjálvar, sum ikki í nóg stóran mun hava gjørt vart við seg, veit eg ikki, í øllum førum hevur leiðslutíðin staðið í stað, undantikið tíðin sum skúlastjórin fær fyri fundir í skúlastýrum. Ein orsøk er hugsandi, at leiðslutíðin ikki hoyrir til sáttmálasamráðingarnar. Leiðslutíðin er eitt øki, sum tey, sum varða av skúlaskapi, eiga at raðfesta. Tað er bara tað, at tað er lættari at fáa undirtøku fyri at raðfesta lærugreinir og onnur øki í fólkaskúlanum enn leiðslutíðina. Hinvegin, verður lítið og einki gjørt við at bøta um leiðslutíðina, so kann vandi vera fyri, at vit fara at síggja somu gongd í Føroyum sum uttanlands, har skúlaleiðslur stinga í sekkin.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.