Tíðindi

Brúk fyri hvørjum einasta tíma í innskúlingini

- Er grundgevingin at skerja tímar, tí næmingarnir eru troyttir, so er so nógv, tú sum lærari kanst gera fyri at halda fast í áhugan hjá næminginum, sigur Guðrun Kerá, lærari í Eysturskúlanum í Havn

21. januar 2019

Í løtuni er uppskot hjá landsstýriskvinnuni við skúlamálum um broytingar í fólkaskúlalógini til hoyringar; ein av broytingunum er at skerja tímatalið í hvørjum árgangi í 1. – 9. flokki við tveimum tímum. Í viðmerking til uppskotið verður eitt nú sagt, at fleiri skúlastjórar vísa á, at hjá summum næmingum er tað ein bági fyri hugin at læra, at skúladagarnir eru langir; næmingarnir virka troyttir, serliga um tað verður ov nógv av tí sama.

Guðrun Kerá er lærari í Eysturskúlanum; hon undirvísir burturav í innskúlingini, og hetta skúlaárið hevur hon ein annan flokk; hon heldur ikki, at uppskotið at skerja tímatalið er nóg væl gjøgnumhugsað, í øllum førum ikki í innskúlingini.

- Næmingarnir skulu ígjøgnum nógv tilfar, og júst í innskúlingini eru næmingarnir ógvuliga hugaðir at læra, teir eru forvitnir og ídnir, teir tíma og vilja læra. Vit hava brúk fyri øllum teimum tímunum, vit kunnu fáa. Er trupulleikin, at næmingarnir eru troyttir, so er tað so nógv vit kunnu gera at tillaga undirvísingina, soleiðis at næmingarnir ikki verða troyttir. Er undirvísingin fjølbroytt, og næmingarnir sleppa at royna ymiskt, so fangar tú næmingarnar á øðrvísi hátt. Nógvu tímarnir gera eisini, at vit kunnu býta flokkin upp, soleiðis at onkur lærari tekur nakrar næmingar til viks at gera okkurt annað. Tað bókliga fyllir nógv, men tey læra eisini gjøgnum spæl og kreativa læring, og tað er pláss fyri tí, um vit hava nokk av tímum. Tey taka so væl ímóti læring, at tey als ikki hugsa, at tey læra gjøgnum spæl eisini.

Avleiðingarnar av at skerja tímatalið kunnu vera, at tað eru verri stundir til føroyskt, og tað er sera óheppið, heldur Guðrun Kerá.

- Nógv børn hava ilt við at benda rætt, nógvar bendingar eru við at fara fyri skeyti, og tey hava ikki nóg stórt orðfeingi; við at hava nóg mikið av tímum hava vit stundir at arbeiða miðvísari við at læra tey bendingarnar og við orðfeingi. Málið hjá børnum í dag samanborið við fyrr er øðrvísi, tey eru ávirkað av útlendskum máli, og tí mugu vit hava stundir at arbeiða miðvíst við føroyskum.

Í kjakinum um at skerja tímatalið hevur verið frammi, at tær handaligu og kreativu lærugreinirnar skulu fáa fleiri tímar; flokkurin, sum Guðrun Kerá hevur í ár, hevur tveir tímar í handverki og list; annar av tímunum er tikin av føroysktímunum.

- Tað ber ógvuliga væl til at samantvinna handverk og list við bókligu lærugreinirnar, eitt nú føroyskt.

Í innskúlingini eru næmingarnir tveir dagar í skúla til klokkan 13.30, hinar dagarnar hava teir styttri dag. Flestu av yngstu børnunum í innskúlingini fara í frítíðarskúla.

- Í míni verð gevur henda skerjingin ikki meining, tí børnini fara í frítíðarskúla aftan á skúlatíð, og hvat er so vunnið við tí? Í skúlanum er dagurin skipaður, í frítíðarskúlanum minni skipaður.

Fyri nøkrum árum síðan var Guðrun Kerá lærari í hádeildini; hon heldur, at tað gevur betri meining at skerja skúladagin hjá teimum elstu næmingunum heldur enn teimum yngstu.

- Hóast teir elstu skulu ígjøgnum nógv tilfar, er tað ov leingi hjá nógvum at vera í skúla til klokkan hálvgum fýra. Tað er ringt at fanga tey seint á degi.

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.