Tíðindi

Blað, bløð og bla, bla, bla

Børn og ung í dagsins gerandisdegi kenna hinvegin ikki annan veruleika, enn veruleikan, har netið spælir alstóran leiklut. Dagfinn Olsen, lærari í Vágs skúla, skrivar

8. mars 2019

Deyðin er í durunum. Soleiðis verður ofta tikið til, um ikki gongst sum ætlað, ella okkurt ikki er tókt, sum, vit hava vant okkum við, altíð er til taks.

Blaðdeyðin hevur verið ein deyði, ið er komin sníkjandi síðstu mongu árini. Og bløðini, avísirnar, ið eftir eru, berjast hvønn dag fyri at halda høvdið uppi yvir vatnskorpuni. Bakka vit eini 15 ella 20 ár, so høvdu vit her á landi eini 6 ella 7 dagbløð, ið komu út regluliga. Eftir kreppuna fyrst í nítiárunum fingu mong mønustingin og komu ikki fyri seg aftur.

Tær báðar avísirnar, ið eftir eru, hava ein harðan gerandisdag, tí fyri at siga tað hart, so doyr burtur av fasta lesaraskaranum, og neyvan legst afturat í yngra endanum. Sjálvt góða, gamla Barnablaðið, ella Strok, sum tað nú eitur, tykist berjast sín bardaga, eins og aðrar pappírsútgávur.

Okkara ungu í dag, børnini, fáa síni tíðindi, vitan ella bara undirhald, á netinum. Tað eru forrit, ið fóðra tey, og sum tey kanska eisini fóðra.

Stórur partur av teirra barnsliga leikpalli er ikki í skúlagarðinum, í túninum, á gólvinum ella á vølli. Heldur er pallurin í einum sonevndum tykisveruleika. Spøl spælir ein á netinum! Og á ymsu pallunum skal ein gera sær ein profil – annars er ein ikki til, sum onkur skemtiliga hevur tikið til.

Hjá okkum vaksnu kann vera trupult at minnast til, at umframt aldursmerktu ættarliðsgjónna, so er ein onnur gjógv millum vaksin og dagsins børn og ungu. Flestu av okkum vaksnu minnast eina tíð, tá internetið ikki var vanligt í gerandisdegnum, ella als ikki var.

Børn og ung í dagsins gerandisdegi kenna hinvegin ikki annan veruleika, enn veruleikan, har netið spælir alstóran leiklut. Har veruleikin bara er ein, ið kappast við fleiri tykisveruleikar. Her er ein gjógv millum ættarliðini.

Tey, sum yngri eru, eru fødd inn í henda veruleika, ið hevur allar hesar veruleikar. Í teirra verð er hetta ein sjálvsagdur partur. Ein heilt natúrligur partur av tilveruni, ið altíð hevur verið har. Altíð!

Tí altíð er bara altíð, altso eitt persónligt altíð. Vit kunnu øll taka til, at “soleiðis hevur tað verið alla mína tíð”. Og netið hevur verið, so leingi dagsins børn og ungu hava verið.

Men vit tilkomnu. Foreldur. Lærarar. Ommur og abbar. Vit hava við okkara førningi – frá gamlari tíð við ongum neti – eina barlast, ið er gull verd. Sjálvsagt eru vit vegleiðarar og uppalarar hjá yngru ættarliðunum, og hóast tey yngru eru kvikari á knøttunum og skjótari á ymsu tykispallunum, so eru tað vit tilkomnu, ið hava bæði beinini á jørðini, og vit, ið sóu hetta nýggja yvirtaka heimin, og tískil eru tað vit, ið kunnu seta leiðreglur. Og tað skulu vit gera.

Og vit skulu eisini vera fyrimyndir og ikki gloyma okkum burtur, tá slatrið á Facebook gerst ov áhugavert og so frálíka onkisigandi, at tíðin rennur frá okkum, meðan lítla barnið av øllum alvi roynir at fáa samband við vaksna barnið, ið kann gloyma seg burtur í tykisheiminum.

Netið er nýtt. Eingin veit nágreiniliga leiðreglur ella avleiðingar. Men í felag mugu vit tilkomnu skapa nýggja veruleikan. Og síðan læra tey yngru. Eins og vit gera, og altíð hava gjørt, í øllum lívsins viðurskiftum.

Hóast børnini ikki lesa bløð, men hetta fyri teimum er blað, bløð og bla, bla, bla, so er vón fyri framman, um bara vit ikki kódna, tí vit fløkjast úti á netinum. Alnótin er óendaliga stór, men sum aðrar nótir, so skal eisini hon bøtast, og tað gera vit best við leiðreglum, og við at vera góðar fyrimyndir. Og hetta mugu vit minnast hvønn dag.

Kvørnin í Skúlablað nr 1, 2019, sum júst er komið.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.