Bloggur

Birta brandar!

Tóri Atlason, sum lesur til lærara á Námsvísindadeildini á triðja ári, bloggar.

13.04.2021

Sum læraralesandi er starvslærutíðin altíð ein kærkomin løta. Ein løta vit lesandi kunnu kaga ígjøgnum gluggan og inn til restina av lívi okkara. Hon kemur á hvørjum ári, tá ið tað stundar til várið, tá einans glóð liggur eftir av oyðilegging kavans. Gongur starvslæran væl, so kyndir hon aftur eldin innan í okkum. Hetta er høvið hjá okkum lesandi at kanna um starvið veruliga er nakað fyri okkum, og eisini at menna okkum sum lærarar og menniskju. Hetta ljóðar sum ein ordilig cliché, men tað er sannleikin! Endiliga at fáa møguleikan at futta av alt, vit hava lært og nýta tað í gerð, gera feilir, reflektera og læra eina rúgvu! Tíðin er spennandi og ómetaliga týdningarmikil! Men eg haldi, hon kundi verið enn betri. Starvslæran er ógvuliga stutt og kann vera heldur tilvildarlig. Hesin gluggi kann tíðum vera trongur og tilvildarligur, sum um gluggin einans er eitt trongt lyklahol.

Lærarastarvið er innviklað. Mangan verður tað kallað eitt høgguslokkastarv. Arbeiðið inniber alsamt meir enn tað sjónliga, altso meir enn sjálva undirvísingina. Nevnast kann til dømis fyrireiking, ráðlegging og skipan, samstarv við foreldur, starvsfelagar og næmingar, og mangt mangt annað. Tað er ein ørgrynna av tingum at seta seg inn í – eisini tá vit lesandi eru í starvslæru. Á hvørjum ári er vandi fyri, at ein grundleggjandi óvissa kann uppstanda, ið kastar skuggar um hesa annars bjørtu tíð. Óvissan er mikið órógvandi fyri meg, og eg trúgvi ikki, at eg eri tann einasti. Alt hetta áðurnevnda MÁ ein hava í huga, men hvar í himmalsins navni er prentarin? Hvørjir eru normarnir? Sleppi eg at vera inni í skóm? Hvussu riggar snildtalvan? Hvørjir eru starvslæruvegleiðarar mínir? Hvussu eru flokkarnir? Hvussu er hvør einasti næmingur fyri, bæði so og so? Alt hetta skal vera avgreitt, áðrenn starvslæran byrjar. Er alt komið í lag, so verður upplivingin stuttlig og gevandi. Soleiðis sleppa vit undan at renna runt fimm minuttir, áðrenn tímin byrjar, sum einasti persónur í skúlanum í skóm, við tómum a4 ørkum leitandi eftir prentaranum. Alt hetta fyri at koma við sveittabroti og høgum blóðtrýsti til einar læstar dyr, og síðan halta seg ígjøgnum ein undirvísingartíma, sum er illa tillagaður til hvønn einstakan. Hetta er kanska ein heldur ekstrem mynd, men kann í prinsippinum vera veruleikin hjá onkrum, tá ið tilvildin ræður. Eg klári at ímynda mær at ein fyrstaárslesandi, ið kemur inn til ein slíkan dag og gerst ómotiveraður. Tað kann ikki vera serliga stuttligt. Hesin sami, ið altíð hevur droymt um at staðið hinumegin pultin.

Tí er tað sera týdningarmikið at minka um tilvildina við starvslæruni fyri at gera hana enn betri, enn hon longu er! Ábyrgdin liggur á okkum øllum at gera hesa bjørtu og avgerandi tíð so læruríka og positiva sum gjørligt! Lykilin er fyrireiking úr øllum síðum! Skúlin eigur at vera væl fyrireikaður at taka ímóti teimum starvslesandi, og ikki minst skal starvslæruvegleiðarin vera væl bjálvaður. Tað er ómetaliga umráðandi. Tí er tað undrunarsamt, at einki skeið er til starvslæruvegleiðarar at taka. Hetta tykist mær eyðsæð sum næsta stigið at taka, ynskja vit at menna starvslæruna til tað betra. Eitt slíkt starvslæruvegleiðaraskeið hevði lagt eitt grundarlag. Soleiðis veit vegleiðarin júst, hvat hann/hon skal gera, hvat endamálið við starvslæruni er, og hvørja uppgávu og ábyrgd tey í veruleikanum hava. Eg havi verið sera heppin hesum viðvíkjandi, men hvussu skal ein lærari, ið aldrin hevur havt starvslesandi krøkt at sær, vita, hvussu hann/hon skal bera seg at? Við hesum kunnu vit lesandi undirvísa við friði í sálini, gjøgnumføra dygdargóða næmingarlagaða undirvísing, ið røkkur øllum ásettu endamálum. Hetta kann vera við til at birta brandarnar á hvørjum ári og gera núverandi tronga lyklarholið munandi rúmligari.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.