Tíðindi

Betur fyrireikað næstu ferð skúlaverkið letur aftur

Royndirnar, vit hava gjørt okkum av koronaskúlanum, kunnu vit brúka, næstu ferð heimsfarsótt herjar. Og tær kunnu eisini hjálpa okkum at taka avgerðina, um tað er rætt at lata skúlarnar aftur ella at lata vera. Tað sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum

3. februar 2021

Skuldi korona ella onnur heimsfarsótt aftur noytt skúlarnar at latið aftur, sum vit sóu tað í mars-apríl í fjør, so eru vit nógv betur fyrireikað, tí vit hava góðar royndir at dúva uppá. Tað heldur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum.

- Tað ber ongantíð til at fyrireika seg heilt, og eingin støða er líka, men skúlaverkið hevur gjørt sær nakrar góðar og viðkomandi royndir. Spurningar, sum vit mugu seta, eru, um tað yvirhøvur er rætt at lata skúlan heilt aftur, og um tað ikki er skilabetri at lata nakrar deildir, árgangir ella flokkar vera í skúla. Spurningurin, sum tá kemur upp, er, hvør skal í skúla, og hvør skal ikki, og hvussu langt tíðarskeiðið skal vera. Tað er ikki bara at lata skúlar aftur, tí yngstu børnini kunnu ikki vera einsamøll heima, og tí hevur tað avleiddar avleiðingar, tá ið skúlin verður latin aftur. Tað eru eisini serlig fyrilit at hugsa, til dømis hvussu vit tryggja okkum, at allir næmingar eru við í undirvísingini. Hetta er kanska tað truplasta av øllum. Í fjør vár løgdu vit øllum skúlum eina við, at teir mugu hava samband við hvønn einasta næming eina ferð um dagin, men vit vita, at summir næmingar vóru ikki við kortini.

Undirvísingarstýrið, evsti skúlamyndugleikin, var saman við Námi á ein hátt veruliga í brennideplinum í koronaskúlanum. Tað var Undirvísingarstýrið, sum gjørdi og orðaði vegleiðingar og mannagongdir um fjarundirvísingina, tað var somuleiðis Undirvísingarstýrið, sum legði skúlum lag á, hvussu undirvísingin skuldi fara fram, og tað var eisini Undirvísingarstýrið, sum kyrraði ørkymlaðar skúlaleiðslur og lærarar, tá ið harðast leikaði á. Somuleiðis var tað Undirvísingarstýrið, í samráð við heilsumyndugleikarnar, sum gjørdi tilmælini um, hvussu skúlarnir kundu taka vanligu undirvísingina upp aftur í stigum. Í Undirvísingarstýrinum vóru tey dagliga í samskifti við skúlar og lærarar, og tí sóu tey eisini, hvussu skúlarnir megnaðu stóru uppgávuna, sum tað var at flyta undirvísing, soleiðis sum vit kenna hana fara fram í skúlastovuni, út á talgildar pallar.

Les samrøðu við Hjalmar Hansen í Skúlablað nr 1, 2021, sum kemur seinni í mánaðinum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.