Tíðindi

Betri vinir

Nú kunnu dagstovnar og frítíðarskúlar ogna sær eitt ítøkiligt amboð, ið styrkir um barnafelagsskapin.

08.03.2018

Betri vinir er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Upprunaliga verkætlanin ber heitið ”Fri for Mobberi” og varð við íblástri frá avstralsku verkætlanini ”Better Buddies” ment av Mary Fonden og Red Barnet til børn í Danmark. 

Barnabati hevur tillagað verkætlanina “Fri for Mobberi” til føroysk viðurskifti. Tilfarið er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing. Tilfarið er grundað á eina nýggja fatan av happing, sum tekur støði í tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi.

Í kuffertinum eru til dømis bamsur, søgur, massasjuætlan, uttanduraspøl og samrøðutalvur, so børn kunnu spæla sær við virðini: tolsemi, dirvi, umsorgan og virðing, og soleiðis skapa eina mentan, har góð vinaløg mennast og happing ikki sleppur at nørast. Sum dømi verður dentur lagdur á munin á at arga av stuttleika og at arga í álvara, at gera áskoðaran tilvitaðan um, at hann ella hon kann gera mun, og hvussu børnini kunnu menna hættir at siga frá og seta mørk.

Fri for Mobberi var við til at styrkja samanhaldið millum børnini á dagstovninum og gera børnini tilvitað um hvørja ávirkan teirra orð og gerðir hava á onnur - bæði til tað góða og ringa… Eg vóni, at dagstovnurin sum míni børn nú fara at ganga á í Føroyum, fara at arbeiða við hesum.” - Foreldur

Høvuðsstuðul er Betri. Aðrir stuðlar eru: Mentamálaráðið og Føroya Pedagogfelag. 

 

Barnabati takkar eisini Safari-transport, listafólkum, námsfrøðingum og mongum øðrum fyri tykkara stóra stuðul til týdningarmikla arbeiðið. 

 

Meira fæst at vita um Betri vinir á barnabati.fo og á Facebook síðuni hjá Barnabata.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.