Tíðindi

Betri umstøður til læraran minni skúlaaftran

Tá ið eg eftirmeti tey mál, har vit ikki hava rokkið, ella tað, vit hava sett út í kortið, ikki er eydnast, so er niðurstøðan ofta, at arbeiðsorkan ikki hevur verið til staðar. Tað sigur Mirjam Zachariasen, leiðari á førleikastovuni í Skúlanum við Streymin

20.03.2023

Mirjam Zachariasen, flokslærari og leiðari á førleikastovuni í Skúlanum við Streymin, er sannførd um, at skulu vit fyribyrgja skúlaaftran, so koma vit ikki uttan um at geva lærarum betri arbeiðsumstøður.

- Tað krevur ómetaliga nógv av nógvum at hava við næmingar við skúlaaftran at gera. Lærarar royna fyrst hvør sínum lagi at hjálpa næminginum, teir leggja nógv meiri orku og tíð í at samskifta og hava við næmingin at gera, enn tað, sum arbeiðstíðin hjá teimum sigur. Tá ið lærarin hevur roynt, koma leiðslan og førleikastovan inn í myndina, og tá tað, sum verður sett í verk, ikki eydnast, kemur Sernám inn. Hvørt einasta dømi krevur nógva orku og tíð hvønn einasta dag, og lærarar hava bara avmarkaða tíð. Eg eri onga løtu í iva um, at lærarar kýta seg nógv meiri, enn teirra arbeiðstíð sigur. Tá ið eg eftirmeti tey mál, har vit ikki hava rokkið, ella tað, vit hava sett út í kortið, ikki er eydnast, so er niðurstøðan ofta, at arbeiðsorkan ikki hevur verið til staðar. Lærarar hava so ómetaliga nógv at gera, og skúlaaftran er bara eitt av mongum hvønn dag. Orka er tímar og umstøður; harumframt eiga myndugleikarnir eisini at hugsa um, at lærarar geva nógv av sær sjálvum hvønn einasta dag, og viðhvørt eigur at verða fylt á við til dømis skeiði og eftirútbúgving. Lærarar hava eitt starv, har teir ongan dag kunnu vera hálvir; tú mást vera væl fyri hvønn dag. Sama hvussu teir eru fyri, so mugu teir altíð kýta seg og geva alt, teir hava. Tað er strævið, og spurningurin er, hvør orkar tað hvønn dag. Ljósið kann brenna í báðum endum.

Tað eru fleiri gentur enn dreingir, sum hava nógva fráveru, og hetta eru ikki næmingar í sertilboði. Hjá summum næmingum byrjar fráveran tíðliga, hjá onkrum longu í grunddeildini, men vanliga mynstrið er, at fráveran byrjar í miðdeildini og veksur so hvørt næmingurin eldist.

- Í miðdeildini síggja vit, at fráveran veksur, og í hádeildini síggja vit, at næmingar skulka, og at summir fáa so nógva fráveru, at hjá onkrum teirra endar tað við, at teir ikki koma í skúla. Vit tosa um fráveru, tá foreldraviðtala er, og vanliga hjálpir tað eina tíð.

Sernám ráðgevur í einstøkum førum. Í førum, tá talan er um heimaundirvísing, er tað førleikastovan í skúlanum, sum tekur sær av málinum.

Les samrøðu við Mirjam Zachariasen í Skúlablað nr 1, 2023

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.