Tíðindi

Betri samsvar eigur at vera millum læraraútbúgvingina og fólkaskúlan

- Lærarar eru væl fyri, tá ið teir koma úr læraraskúlanum. Teir hava hollan kunnleika um námsfrøði og eru fakliga væl fyri, og tað er frálíkt, men gerandisdagurin í føroyska fólkaskúlanum sær heilt øðrvísi út, og eg hevði vónað, at betri samsvar var millum læraraútbúgvingina og fólkaskúlan, sigur Fía í Skorini, sum fekk prógv sum lærari í 2018

19. november 2020

Fía í Skorini er lærari í Fuglafirði. Hon heldur, at betri samsvar eigur at vera millum lærarayrkið og læraraútbúgvingina.

- Tá ið tú lærir til lærara, hevur tú starvslæru, og tá eru lesandi ofta saman, tvey og tvey, um at undirvísa. Soleiðis er ikki, tá tú stígur inn í fólkaskúlan sum lærari. Frá at hava havt sera góða tíð at fyrireika, práta um og skipa undirvísing, stóðst tú nú í eini støðu, har tú vart nógv meira einsamøll. Eg gjørdist skjótt greið yvir, at tað var rættiliga stórur munur á tí, ið við høvdu viðgjørt í útbúgvingini, og so tí, ið væntað og kravt verður av tær í fólkaskúlanum. Tann nýggi veruleikin krevur eina øgiliga orku av tær. Eg haldi, at læraraútbúgvingin átti at verið nærri veruleikanum í fólkaskúlanum.

Hon saknar eisini praktisk amboð.

- Eg havi enskt og alis- og evnafrøði sum linjulærugreinir, og eg havi verið so heppin, at eg eri sloppin at undirvísa í hesum lærugreinum. Eg má siga, at tað, eg lærdi í alis- og evnafrøði, hevur verið meira ítøkiligt at nýta í undirvísingini. Tað hevur havt stóran týdning fyri meg, havi eg hug at undirstrika, uttan kortini at seta niður á nakað annað, eg lærdi. Um vit hyggja at ársætlanunum, sum álagt verður lærarum at gera, so visti eg ikki serliga nógv um tær. Tær skilji eg sum eina heildarætlan fyri skúlaárið. Tær seta út í kortið, hvat ið náast skal í einum skúlaári. Í læraraskúlanum høvdu vit arbeitt við ítøkiligum undirvísingargongdum, men ikki við ársætlanum. Hetta er ein partur, ið nógv størri dentur átti at verið lagdur á í útbúgvingini. Tað ræður um at leggja sær árið væl til rættis, so tú nært tað, ið tú hevur sett tær fyri at fáa frá hondini. Eg saknaði, at eg ikki hevði arbeitt meira við hesum viðurskiftum, eitt nú í enskum, í læraraskúlanum. Ársætlanin byggir á eini átta evni, sum arbeiðast skal við í einum skúlaári. Eitt dømi kundi verið: Hvussu kunnu vit í læraraskúlanum arbeiða meira ítøkiliga við, hvussu evnini verða viðgjørd? Eg havi eisini funnið fram til, at tað t.d. eru útlendskir undirvísingarportalar, ið á spennandi hátt viðgera júst somu evni, sum vit arbeiða við í fólkaskúlanum. Til ber m.a. at leita sær íblástur á hesum portalum. Tað kann í vissum førum vera ein bági, at tað krevst eitt ”uni-login” at fáa atgongd.

Les alla samrøðuna við Fíu í Skorini í Skúlablað nr 5, 2020, sum er serblað um læraraútbúgvingina.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.