Tíðindi


Besta semjan í 10 ár

Semjan hósdagin 25. januar 2018. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

29. januar 2018

Sum kunnugt skrivaði Føroya Lærarafelag undir semju á middegi hósdagin 25. januar 2018. Tað eru tey, sum hava fingið ta fatan, at samráðingarnar vóru avgreiddar ein fyrrapart, men soleiðis er tað ikki. Partarnir hittust fyrstu ferð á fyrireikandi fundi 22. juni 2017 og samdust um at handa hvørjum øðrum sáttmálakrøvini á fundi 31. august. Og soleiðis var gjørt. Seinasti fundurin áðrenn jól var 9. november. Tá skiltust partarnir uttan at avtala nýggjan fund. Stór ósemja var um eina orðing um kt-varðaøkið, og Fíggjarmálaráðið vildi ikki hoyra talan um eina lønarhækkan í prosentum, sum Lærarafelagið kravdi. Síðan hendi so mangt á arbeiðsmarknaðinum. Partarnir hittust aftur týsdagin 23. januar, og tá legði Lærarafelagið aftur krav fram um, at lønarhækkingin skuldi verða í prosentum og ikki í krónum, og vit avvístu framvegis ásetingini um kt-varðaøkið, sum Fíggjarmálaráðið/Mentamálaráðið høvdu orðað. Á fundi hósmorgunin 25. januar gekk Fíggjarmálaráðið við til, at lønarhækkingin var í prosentum, sum Lærarafelagið kravdi, og partarnir samdust eisini um eina orðing um kt-varðaøkið, umframt onnur krøv, sum semja var um frammanundan. Nevndin í Lærarafelagnum samdist um at taka undir við semjuni, sum hon lá á borðinum.

Tað eru tey, sum halda, at felagið gjørdi skjótt av. Men tað er so, at undir samráðingunum í 2015/16, sum endaðu við semju 4. mars 2016, høvdu partarnir tosað á fundi eftir fund uttan at flyta seg ein tumma, og tann søgan var nevndin samd um, skuldi ikki endurtaka seg. Vit skrivaðu undir tá, vit mettu, at nú komu vit ikki longur á hesum sinni.

Einki fakfelag hevur higartil gjørt eina semju, sum allir limir fegnast um. Og so var heldur ikki hesaferð hjá Føroya Lærarafelag. Tað er tó vert at minna á, at lønarliga, so er hetta besta semjan, sum Lærarafelagið hevur gjørt í 10 ár. Og felagið megnaði at bróta tann karm, sum var lagdur, og sum Fíggjarmálaráðið tvíhelt um.

Tað er heldur eingin loyna, at lærarar við ískoytisútbúgving eru ónøgdir við, at førleikaløn ikki var partur av semjuni. Tey føra fram, at tey ikki verða hoyrd av Lærarafelagnum, og at felagið ikki arbeiðir fyri teirra áhugamálum. Ónøgdin er væl skiljandi, men tað er ikki rætt, at undirfeløgini hjá Lærarafelagnum ikki verða hoyrd, og at felagið ikki arbeiðir fyri teirra áhugamálum.

Tá tað kemur til førleikaviðbøtur, so byrjaði søgan við semjuni, sum var undirskrivað í mai 2008. Í semjuni (avtala um flokking) stendur m.a., at Førleikaviðbót kann latast fyri eftirútbúgving. Tað var skjótt greitt, at Mentamálaráðið als ikki ætlaði at fylgja hesi áseting, og higartil hevur eingin lærari fingið førleikaviðbót, hóast heimild er fyri tí.

Lærarafelagið hevur í øllum samráðingum síðan tá, og eisini hesa ferð, havt krav um, at orðingin verður broytt til at Førleikaviðbót skal latast fyri eftirútbúgving. Og at tað annars verður latið upp fyri einum orðaskifti, millum Lærarafelagið og Mentamálaráðið, um at skipa viðurskiftini viðvíkjandi ískoytisløn fyri ískoytisútbúgvingar og leiðsluábyrgd. Mentamálaráðið hevur hvørja ferð einvíst avvíst yvirhøvur at tosa um førleikaviðbøtur. Tað ber snøgt sagt ikki til at tosa um evnið. Lærarafelagið kann ikki einsamalt seta nakra skipan í verk, og so leingi sum Mentamálaráðið ignorerar, at útbúgvingarstøðið millum lærarar er hækkað og týdningin av tí, so ber ikki til at fáa skipanina við førleikaviðbótum setta í verk í samráðingum.

Um skipanin skal setast í verk, so má Lærarafelagið seta ófrávíkiligt krav um, at ásetingin um førleikaviðbøtur skal setast í verk, og tað merkir heilt einfalt, at felagið, um so er, fer í verkfall um kravið.

Nú er tað so, at verkfall er evsta vápnið hjá einum fakfelag, og eitt verkfall má tí umhugsast gjølla, áðrenn tað stigið verður tikið. Tað eru serliga tvær fyritreytir fyri at fara í verkfall. Megnar felagið eitt verkfall fíggjarliga, og er undirtøka millum limirnar fyri tí kravi, stríðið stendur um? Í seinna spurninginum hava vit eina avbjóðing. Vit vita, at tað ikki er semja millum limirnar um, at ein bólkur fær ískoytisløn og onnur ikki. Hetta er ein spurningur, sum Lærarafelagið fer at taka upp, møguliga við eini kanning millum limirnar, men evnið verður eisini tikið upp á komandi aðalfundi, sum verður 21. apríl.

Víst arbeiðir Føroya Lærarafelag fyri, at ein góður fólkaskúli verður enn betri, men Lærarafelagið megnar tað illa einsamalt.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.