Tíðindi


Berin lættir sorgina

Næstan 1200 fyrispurningar eru komnir til landsfelagsskapin Beran í 2017. Tað vísir, at virksemið hjá Beranum víðkast alsamt

20. desember 2017

Berin hevur verið virkin í skjótt 15 ár, og virksemið fevnir um alt landið. Berin er eitt tvørfakligt, professionelt tilboð, ið virkar á fakliga høgum stigi.

  Endamál Berans er at veita stuðul, ráðgeving og vegleiðing til familjur, ið missa ein av sínum næstu, umframt fakfólki og onnur, ið varða av familjunum. Berin skipar fyri sorgarbólkum fyri børn og ung, ið hava mist foreldur ella systkin, og fyri foreldur, ið missa børn. Á heysti 2015 legði Felagið Pinkubarnadeyði saman við Beranum. Í 2018 er ætlanin at stovna bólkar fyri børn og ung, ið hava illa sjúk foreldur ella systkin.

   Oddvør Poulsen er dagligur leiðari og bólkaleiðari í Beranum. At sorgarbólkunum er knýtt eitt tvørfakligt toymi við bólkaleiðarum. Í toyminum eru sálarfrøðingar, námsfrøðingar familjuterapeutur, lærari og heilsufrøðingur. Berin fær dagliga áheitanir um persónligar samtalur, telefon og teldupost.

   Sum landsfelagsskapur kann Berin gerast nógv meiri sjónligur úti um landið, m.a. við kunnandi og fyribyrgjandi virksemi í skúlum og á stovnum. Hetta ger sítt til, at samfelagið, og tey, ið eru um hesi børn og ungu, verða betur brynjað til at veita munagóða hjálp, umframt at fleiri fáa kunning um Beran og soleiðis kunna leita sær hjálp.

   Anna Dalsgaard og Jóngerð Poulsen stovnaðu Beran í 2003. Tey fyrstu árini býttu tríggir-fýra bólkaleiðarar arbeiðsuppgávurnar ímillum sín. Alsamt fleiri áheitanir og økt arbeiðsbyrða høvdu sum frá leið við sær, at torført var at fáa virksemið at hanga saman.

   Síðan 2014 hevur Berin verið skipaður við dagligari leiðslu. Nógv orkað er løgd í at skipa teir organisatorisku karmarnar, soleiðis at virksemið og royndirnar hjá Beranum gjøgnum árini, ikki detta niðurfyri, men áhaldandi kunnu mennast og fáa nøktandi karmar at virka undir.

   Berin er í dag á fíggjarlógini við 800.000 krónur og miðað verður eftir tveimum ársverkum samsvarandi felagsskapum við líknandi virksemi. Hetta er neyðugt fyri at Berin kann lyfta sína endamálsorðing til fulnar, t.d. at kunna fevna víðari um landið við kunnandi og fyribyrgjandi virksemi.

   Virksemið hjá Beranum verður harumframt fíggjað við gávum og privatum stuðli. Uttan hetta var Berin ikki til í dag, og tað hevði ikki borið til at at víðka um virksemið.

   Sambært hagtølum hjá Almannamálaráðnum fekk Berin 1024 áheitanir í 2015. Áheitanirnar hava verið í støðugum vøkstri. Hildið verður, at eini 800 børn og ung úr øllum heraðshornum í Føroyum hava verið við í sorgarbólkum gjøgnum árini. Berin hevur eisini skipað bólkar fyri foreldur, ið hava mist børn, og fyri vaksin, ið hava mist sum børn.

   Hugsjónin hjá Beranum byggir á umsorgan og fyribyrgjandi virksemi. Børn, ung og familjur, ið missa, eru ein sera ábarur og viðbrekin samfelagsbólkur. Kanningar staðfesta, at skjót hjálp og fyribyrging eru av alstórum týdningi.

 

Starvsliðið hjá Beranum eru ein samanseting av leiðslu og eksternum bólkaleiðarum, sum arbeiða í einum tvørfakligum toymi.

Oddvør Poulsen er dagligur leiðari og bólkaleiðari í Beranum. Útbúgvin B.ed. í námsfrøði og undir eftirútbúgving í Diplom í leiðslu og innan sorg og kreppu.

Eksternir bólkaleiðarar:

Alisa Hammer, B.ed. í námsfrøði við eftirútbúgving í DAT og sum familjuterapeutur í systemiskari og narrativari terapi.

Lív Højsted Horsdal, sálarfrøðingur og við eftirútbúgving í spæliobservstión og -viðgerð. Er undir eftirútbúgving í sorg og kreppu.

Elin Ziska, heilsufrøðingur.

Gunnvá Mohr, lærari.

Marjun Tróndarson er sálarfrøðingur við eftirútbúgving í systemiskari og narrativari terapi.

Døgg Nónsgjógv og Kiran Jóanesarson gera sjálvboðið arbeiði.

 

BERIN

Niels Finsensgøta 32

FO - 100 Tórshavn

Telefon: 222993

info@berin.fo

Myndin:

Oddvør Poulsen er dagligur leiðari og bólkaleiðari hjá Beranum

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.