Tíðindi

Ber ikki til at krevja, at allir lærarar eru serfrøðingar í øllum

Hyggja vit at atfinningunum, sum eru ímóti okkara skúla, so koma tær serliga frá teimum, sum varða av næmingum, ið hava serligan tørv.

11. februar 2020

Atfinningarnar snúgva seg mangan um, at næmingarnir fáa ikki nøktandi sertilboð, bæði tí at sertilboðini hava flutt seg ov langt frá almennu skipanini umframt tað, at vit ikki hava havt nóg nógv dygdargóð tilboð. Mangan er tað vitan ella vantandi vitan um avbjóðingar, børn við serligum tørvi hava, ið verður nevnt. Vitan um ymsu serligu avbjóðingarnar er ein fortreyt fyri inklusjón, men tað er ikki sjálvsagt, at hon er til staðar, ásannar Frida Poulsen, sum er farin undir ph.d.-verkætlan um inklusjón í føroyska fólkaskúlanum.

- Næmingar við serligum tørvi kunnu vera so nógv, frá næminginum, sum er orðblindur, til næmingin, sum hevur eitt sjónligt tarn, og so alt harímillum. Í staðin fyri at tosa um, hvørt læraralesandi fáa nóg nógva vitan um næmingar við serligum tørvi, meðan teir lesa til lærara, eiga vit heldur at venda tí á høvdið og skipa so fyri, at tá ið ein næmingur við serligum avbjóðingum kemur inn í ein skúla ella flokk, so eigur at verða tryggjað, at læraratoymið, sum hevur næmingin, hevur førleikar og vitan at arbeiða inkluderandi, samstundis sum tað megnar at geva næminginum eitt munagott undirvísingartilboð. At seta málið, at allir lærarar skulu vera serfrøðingar í øllum, ber ikki til, sigur Frida Poulsen.

Skal skúlin fevna um allar næmingar, sama hvønn tørv teir hava, krevur tað nógv av skúlanum og lærarunum. Fortreytin er fyri tað fyrsta starvsfólk við breiðari vitan um ymsu økini, síðan at undirvísingin verður lagað til og hevur fyrilit, og ikki minst orku til ymsu tilboðini. Ber tað yvirhøvur til at tosa um ein skúla, sum tekur fyrilit fyri øllum tørvi, spyrja vit Fridu Poulsen.

- Tað er eingin ivi um, at kravið til hvønn einstakan lærara er, at hann í síni undirvísing megnar at fevna um allar næmingar. Hinvegin mugu vit taka starvsfólkini í skúlunum í álvara, sum siga, at tað er torført at vera góður lærari í øllum lærugreinum og samstundis rúma øllum tørvi og avbjóðingum. Summir lærarar hava íbornar ella góðar førleikar at megna hetta, men tað er eingin ivi um, at tað hjá teimum flestu er trupult. Sama hvussu tú ert fyri sum lærari, so er inkluderandi undirvísing ikki leys av umstøðunum. Hvussu tú skipar teg í flokkinum, og hvørjar umstøður og hvørja orku skúlin hevur hava alt at siga fyri, um tað eydnast tær at fevna um allar næmingar.

Frida Poulsen hevur fingið játtað trý ára granskingarstuðul frá Granskingarráðnum til ph.d.-verkætlan sína, sum hon nevnir Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum. Frá politiskari visjón til íverksetan í einum spenni millum almanna námsfrøði og sernámsfrøði; umframt hevur hon fingið stuðul frá Mentamálaráðnum. Seinastu 7 árini hevur hon starvast sum fulltrúi í Mentamálaráðnum. Hon er útbúgvin fólkaskúlalærari, cand.ped.ped.psyk. og BA í stjórnmálafrøði. Komandi trý árini er hon í hálvum starvi á Fróðskaparsetri Føroya og hálvum starvi á Danmarks Pedagogiska Universiteti (DPU).

Les samrøðu við Fridu Poulsen um inklusjón í Skúlablað nr 6, 2019

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.