Tíðindi

Beinir skúlin fyri gleðini hjá børnum at siga frá?

- Skúlin eigur at geva førleikanum hjá børnum at siga frá størri ans, soleiðis at tey varðveita frásagnargleðina og menna førleikan at siga frá í skúlanum, sigur Trude Hoel, granskari í Lesisentrinum í Stavanger í Noregi

05.07.2017

Tá ið børn ganga í barnagarði, læra tey at siga frá, tey læra at vera eldhugað, meðan tey siga frá, og at liva seg inn í tað, sum tey siga frá. Tá ið børnini koma í skúla, leggja lærararnir mangan størri dent á, hvussu frásøgnin er bygd upp heldur enn sjálva frásagnargleðina.
- Førleikan at siga frá hava børnini frá tíðini í barnagarðinum, hann er týdningarmikil og virðismikil og eigur at verða tikin í álvara og varðveittur, sigur Trude Hoel, granskari.

Mong, sum hava gingið í skúla í Noregi, kenna fyribrigdið ‘fiskurin’, ið stavar frá undirvísingini í norskum. Við sínum eyðkenda formi av høvdi, kroppi og hala er fiskurin vorðin sjálv ímyndin av innleiðing, høvuðsparti og enda, tá ið næmingar skulu læra, hvussu tú byggir eina frásøgn upp.

Hóast ‘fiskurin’ er ein kend mynd, gjørdist Trude Hoel eitt sindur bilsin, tá ið 8 ára gamla dóttirin kom heim úr skúla og væl nøgd segði frá, at nú hon hevði lært um fiskin, hevði hon lært kynstrið at siga frá.

- Dóttir mín hevur altíð dugað væl at sagt frá; hon hevur sagt frá smáum og stórum hendingum í gerandisdegnum, endursagt yndisbøkurnar og filmar, sagt frá loynidómum við teskirødd, og hon hevur funnið uppá og dramatiserað søgur, hon sjálv hevur funnið uppá saman við vinkonunum, sigur Hoel.

Frásagnarførleikin hjá dóttrini - áðrenn hon gjørdist varug við, at ein frásøgn er eyðkend av innleiðing, høvuðsparti og enda - er eyðkend av frásagnarsiðvenjuni, sum norsk børn hava frá barnagarðinum. Har verður dentur lagdur á viðurskifti so sum at taka lut og framføra, eldhugi, humori og úttrykki.

Tá ið børnini koma úr barnagarði og byrja í skúla, eru tað onnur viðurskifti við frásøgnini, sum verða sett í miðdepilin. Í floksstovuni læra tey, hvussu frásøgnin er bygd upp. Her er tað, at fiskurin kemur inn í myndina.

Sambært Hoel vísir hetta, at tað eru tveir hættir at siga, hvat ein frásøgn er.
- Tú kanst siga, at tað at siga frá er ein málsligur máti at leggja eitt innihald fram. Ella tú kanst siga, at ein frásøgn er ein málsligur máti at skipa eitt innihald. Báðar frágreiðingarnar eru líka rættar.

Tað er synd um skúlin í so lítlan mun leggur dent á fyrru lýsingina, sum endurspeglar frásagnarførleikan børnini hava frá tíðini í barnagarðinum, heldur Hoel.

Tá ið næmingar koma í eldru flokkarnar, verða størri krøv sett tí, tey siga frá. Tá eru tað júst dygdirnar í frásøgnunum, sum børnini hava við frá barnagarðinum, sum aftur eru umráðandi. Tá verður dentur lagdur á eldhuga og luttakan gjøgnum dialog, úttrykk, empati og annað. Tí eiga vit at ansa eftir ikki at oyðileggja førleikan hjá børnum at siga frá men heldur at leggja dent á at menna førleikan víðari, sigur Hoel.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.