Tíðindi

Barnasangbók Føroya løgd fram

Barnasangbókin verður vøggugáva til øll børn í Føroyum.

25. november 2018

Øll børn, sum eru fødd frá 1. januar 2018, fáa bókina í vøggugávu frá landinum. Tey, sum eru fødd higartil í ár, fáa hana frá heilsusystrunum kring landið, og tey, sum hereftir verða fødd, fáa hana á føðideildini. Bókin er eisini til sølu kring landið. Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum fer at skipa søluna og útbýtingina til nýføðingar og nýættleidd.

Landsstýriskvinnan kunngjørdi undir framløguni, at tey børn, sum hereftir verða fødd, fáa bókina í einum snøggum unika-ryggsekki, sum er vunnin úr endurnýtslutoyi. Tað er eitt samstarv við Dugna, ið hevur fólk við vinnu-avbjóðingum, til dømis fyritíðarpensjónistar, í arbeiði. Dugni hevur ment taskuna og kring landið fara fólk sostatt at sita og seyma taskur til okkara smæstu við kærleika og nærleika.

Nám arbeiðir við at fáa allar sangirnar í sangbókini út á youtube. Higartil eru nakrir og 70 sangir komir út, og hinir eru allir á veg. Vit vita, at tørvurin á føroyskum tilfari á youtube er sera stórur, og at ein avleiðing av hesum er, at børn í alsamt yngri aldri - heilt niður í vøggustovualdur - nýta ensk orð, sum tey í stóran mun læra á youtube. Í fyrstu atløgu hevur Nám samstarvað við Kringvarpið um at finna fram teir sangir, sum liggja í kringvarpssavninum - og síðani hevur Nám arbeitt við at skaffað øll loyvini. Men á Námi fara tey eisini at framleiða nøkur videobrot, so tað heilt skjótt verða 114 ymisk video á youtube, har okkara smæstu kunnu syngja við og læra føroysk orð og hugtøk - heldur enn ensk.

Leinkjan til røðuna og neyvari kunning er her:
https://www.mmr.fo/fo/kunning/tidindi/barnasangbok-foroya-logd-fram/

Leinkjan til youtube-rásina er her:
https://www.youtube.com/watch?v=gd8pJ2ieu8Y&list=PLC3OLFQIutiQL95s9X16os_1Jh3fD9ns5


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.