Tíðindi

Barnahúsmálini færri í 2022 enn í 2021

Samanborið við árið fyri sæst, at barnahúsmálini vóru væl færri í 2022. Úr 33 í 2021 niður í 20 í fjør.

10.03.2023

Í nýggju ársfrágreiðingini hjá Barnahúsinum sæst, at tað í miðal hava verið 29 mál seinastu 8 árini í Barnahúsinum. Samanborið við árið fyri sæst, at barnahúsmálini vóru væl færri í 2022. Úr 33 í 2021 niður í 20 í fjør. Somuleiðis er talið av endaðum málum minkað – úr 29 í 2021 niður í 19 í 2022. At talið á endaðum málum liggur so tætt á tali av málum, vísir, at málini í allarflestu førum verða lokað innan nakrar mánaðir. At málini verða liðugt avgreidd skjótt, er í samsvari við endamálið hjá pørtunum handan Barnahúsið.

Í 2022 var neyðtøka av børnum, ið eru yngri enn 15 ár, tað slagið av kynsligum ágangi, sum oftast var kannaður nærri í Barnahúsinum. Í einum av hesum málunum var talan um 17 ára gamla gentu, sum var neyðtikin. Harnæst vóru fýra mál við ávikavist øðrum kynsligum sambandi enn neyðtøku og blygdanarskemd.

Tað er ein yvirvág av gentum í Barnahúsinum. Yvirvág av gentum er í samsvari við tølini tilsamans aloftast seinastu sjey árini. Í 2022 var talan um eina lutfalsliga javna spjaðing í aldrinum á teimum børnum, hvørs mál vóru kannað í Barnahúsinum.

Eisini í 2022 var í mestan mun mannfólk, sum framdu harðskap ella annan ágang móti børnum.

Størsti einstaki aldursbólkurin av teimum, ið eru undir illgruna fyri harðskap ella annan ágang móti børnum, hoyra til bólkin 15-18 ár.

Tá vit tosa um kynsligan ágang, sum er brot sambært ásetingum í revsilógini, kann tað vera:

• Skemman í sambandi við KT (umvegis internetið ella fartelefon)

• Mynda- ella filmsupptøka av barni ella unglingi, ið er yngri enn 18 ár

• Keyp av kynsligum tænastum frá barni ella unglingi, ið er yngri enn 18 ár

• Nerta við kynsgøgn hjá tí illtonkta

• Blygdanarskemd (nektan, kávan, lúran, skendsk/ur í orð og tal)

• Neyðtøka av børnum, ið eru yngri enn 15 ár (í revsilógini nevnt samlega)

• Annað kynsligt samband enn neyðtøka (gjøgnum munn, baktarmsop, ymiskt stappað í skeið og baktarmsop

Barnahúsið hevur verið virkið síðan 1. januar 2014. Hildið verður til í leigaðum hølum í Tórshavn. Málbólkurin er børn og ung, sum eru til og við 17 ár og familjur teirra. Arbeitt verður við málum, ið snúgva seg um kynsligan ágang ella annan harðskap móti børnum og ungum. Ágangurin kann vera framdur fyrr í lívinum hjá barninum, ella kann talan vera um nýliga íkomin mál. Yvirskipað er uppgávan at veita barni og familju trygd fyri væl grundaða fakliga viðgerð. Hetta verður gjørt við at samskipa samstarv millum almennu myndugleikarnar, barnavernd, heilsumyndugleikar og løgreglu.

Børn, ung og familjur koma í Barnahúsið eftir áheitan frá barnaverndartænastunum. Familjur kunnu ikki sjálvar venda sær til Barnahúsið. Í Barnahúsinum:

- fáa børn ella ungfólk og avvarðandi teirra sálarfrøðiliga kreppuhjálp og kreppuviðgerð

- verður mett um tørvin á læknakanning

- avhoyrir løgreglan børn til og við 14 ára aldur við videoútgerð og avhoyrir ung, sum eru 15 til og við 17 ára gomul

- verður mett um framtíðar tørvin hjá barninum ella ungfólkinum á serligum stuðli og serligari viðgerð

- fáa málsviðgerar í barnaverndartænastunum ráð og hjálp til at greiða og greina tørvin á stuðli. Hetta verður alt gjørt sum liður í barnafakligu kanningini sambært § 45 í barnaverndarlógini.

Í ársfrágreiðingini fyri farna ár verður sagt, at skal tað bera til at víðka virksemið hjá Barnahúsinum til børn, sum hava framt ágang á børn, børn, sum hava verið fyri sálarligum ágangi í sínum nærsambondum, foreldur, sum hava framt harðskap móti egnum børnum, frá kreppuhjálp til fullfíggjaða sálarfrøðiliga viðgerð og framleiðslu av kunningartilfari til børn, ung og foreldur, er neyðugt við politiskari raðfesting. Neyðugt hevði verið at sett ein sálarfrøðing afturat í Barnahúsið. Við hesum hevði borið til at veitt hesum børnum og teirra familjum sálarfrøðiliga viðgerð, tá tørvur var á tí. Framleiðsla av kunningartilfari hevði eisini kravt størri tilfeingi, tað vil siga størri játtan.

Øll frágreiðingin kann verða lisin her: Ársfrágreiðing løgd fram fyri avvarðandi pørtum (bvs.fo)


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.