Tíðindi/Greinar

12.08.2019

Barnabløðini og okkara leiklutur

2018 varð árið, har málmenningin hjá okkara børnum varð sett í miðdepilin. Bókaklubbin og bókasølan veksur, men barnabløðini hava framvegis ikki nóg nógvar haldarar. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Mentamálaráðið varpaði ljós á málmenningina hjá okkara smæstu børnum í 2018. Øll nýfødd børn fáa barnasangbókina, og helst viðførir hetta átak góða hjáveiðu seinni.

Nú okkara viðbrekna, men tó sterka mál er í støðugari hóttan av alheimsgerðini, tøknini og spølum á útlendskum málum, hava vit, sum varða av fólkaskúlanum, sanniliga eisini eina ábyrgd – í samspæli við foreldur.

Vit hava alsamt fleiri børn, sum eru fleirmælt. Hetta ger eisini, at vinfólk hjá útlendsku børnunum mangan tosa enskt saman, og hetta kann í summum førum elva til, at føroyska málið verður meira fremmant enn enskt hjá báðum pørtum.

Hóast haldaraskarin vaks eitt vet seinasta árið, so sigla barnabløðini Strok og Píkasjey, sum er til børn í innskúlingini, í tungum sjógvi. Hetta er í veruleikan undrunarvert, tí børn í innskúlingini lesa sum ongantíð fyrr í skúlunum. Bókasavnsvørðir boða framvegis um vaksandi lesihug hjá teimum yngstu.

Brúkið foreldrafundin

Vit, lærarar, kundu brúkt eina løtu á foreldrafundinum fyrst í skúlaárinum at varpa ljós á barnabløðini og greiða frá, hví foreldur áttu at teknað síni børn sum haldarar.

Haldaragjaldið er sera bíligt og enn bíligari, um talan er um systkin. Tað er tí við vissu ikki har, sum avbjóðingin er. Tað nyttar lítið bara at geva børnunum ein lepa heim við einaferð í august. Nei, vit eiga at bretta upp ermar og við sannføring lýsa alt tað góða við barnabløðunum á fyrsta foreldrafundi.

Umframt bløðini eru heimasíðurnar dagførdar og kunnu eitt nú nýtast í undirvísingini. Við evnunum í bløðunum menna børnini ikki bara sítt mál, men eisini sítt tilvit um ymisk evni.

At fáa innlit og vitan er helst ein mangulvøra nú á døgum, har skermar og undirhald hava fingið innivist í menskuni hjá okkara børnum. Serliga til tey børn, sum ikki lesa nógv heima, eru barnabløðini uppløgd.

Gera vit einki munagott, so fara barnabløðini í søguna skjótt, og tað hevði av sonnum verið ein málslig, faklig og mentanarlig vanlukka. Vit eiga í øllum førum at gera okkara ítasta í skúlanum.

Nærri kunning við fæst við at vitja heimasíðurnar, www.strok.fo og www.pikasjey.fo.

 

 

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan