Tíðindi
26.01.2022
Í vikuni var stjórin í Landsbanka Føroya, Malan Johansen, í útvarpinum og tosaði um brúkaraprístalið ella inflatión, sum tað eisini verður nevnt. Búskapurin er undir trýsti, segði hon, tí prístalið er størri enn 2%. Tað er í løtuni 3,4%. Konkret merkir tað, at ein vøra, sum fyri einum ári síðani kostaði 100,- kr., kostar í dag 103,40 kr. Peningurin er við øðrum orðum 3,4% minni verdur enn fyri einum ári síðani. Hetta er hægsta prístal í eini 15 ár. So hetta er ein støða, ið vit als ikki hava verið von við síðstu mongu árini.
Til fyri kortum hava búskaparfrøðingar eisini verið av tí fatan, at hendan støðan við høgum brúkaraprístali ikki fór at vara við. Eitt styttri tíðarskeið, sum helst fór at javna seg aftur, tá ið støðan við koronu bleiv meira vanlig. Eitt upplop, sum ikki fór at nerva stórvegis, varð hildið. Men nú er fatanin við at broytast millum fakfólk. Tíðin, við lítlari og ongari inflatión, er liðug á hesum sinni í øllum førum.
At vørur og tænastur gerast dýrari, vegna høga inflatión, kann skjótt gerast ein avbjóðing í einumhvørjum samfelagi. Og fyri at fáa støðuna meira í rættlag aftur, má tjóðbankin í teimum ymsu londunum gera átøk. Tað verður vanliga gjørt við at hækka rentuna. Sambært Maluni Johansen vænta serfrøðingar, at í USA verður rentan hækkað fýra ferðir í ár. Hvussu nógv er ilt at siga. Í Evropa fylgja vit vanliga eftir. Men hetta er annars tekin um, at vit eru á veg til meira vanligt rentustøði. Burtur frá negativari rentu ella einum rentustøði sera tætt við 0, sum vit hava hava havt í rúma tíð nú.
Men hevur alt hetta so nakað at týða fyri okkum lærarar, kundi ein passandi spurt.
Ja, tað hevur tað so avgjørt. Tað ávirkar okkara keypiorku negativt. Lønin verður minni verd, av tí at vørur og tænastur gerast dýrari. Umframt at tað gerst dýrari at gjalda lán aftur, nú rentustøðið hækkar.
Sambært sáttmálanum hækkaði okkara løn 1. oktober 2021 1,25%, meðan prístalið í fjør hækkaði 3,4%. Við øðrum orðum er reallønin lækkað í ár 2,15%. Umframt at tíðin við óvanligari lágari rentu skjótt er ein farin tíð. Lánini verða dýrari.
Hetta er vert at hava í huga og føra fram, tá vit nú skjótt aftur skulu til samráðingarborðið í Fíggjarmálaráðnum, sum verður í heyst. Minsta krav má vera, at vit halda reallønina og helst nakað meira enn tað, nú búskapurin er undir trýsti. Fleiri fakbólkar tørvar fólk og ynskja tí trivaliga lønarhækking og harvið bøta um starvsfólkatrotið. Tað skal vera teimum væl unt, men tað má ongantíð merkja, at vit gerast eftirbátar í mun til hesar ella aðrar fakbólkar. Summi bólkar hava longu fingið meira enn vit síðstu árini. Tað skal helst ikki gerast siðvenja.
Hvat kemur burturúr til heystar, fáa vit at síggja. Men at vit fara at gera okkara besta, kunnu vit í øllum førum lova ...