Tíðindi

Børnini fáa betri lesivanar, meðan undantaksstøða er

- Nú meðan heimaskúlin hevur verið, lesa tey flestu børnini væl meiri enn tey gera vanliga, tí tey hava so góða tíð, sigur Birna Gaard, skúlabókavørður í Skúlanum við Løgmannabreyt

2. apríl 2020

Eins og í øðrum skúlum kring landið er eingin vanlig skúlagongd í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, men hóast so er, er nógv virksemi á skúlabókasavninum. Foreldur at næmingunum í ymsu árgangunum hava høvi at koma í skúlan ávísar tíðir í vikuni eftir bókum til børn síni og við bókum, sum børnini hava lisið. Alt er sjálvandi gjørt eftir forskriftum, sum heilsumyndugleikarnir hava ásett, við at halda neyðuga frástøðu, ikki vera fleiri í sama rúmi, og at tað verður væl og virðiliga sprittað.

- Vit hava gjørt eina skipan, har tíðir eru settar á til foreldrini at koma í skúlan. Lærararnir stýra skipanini, soleiðis at lagt verður uppfyri, at tað ikki koma fleiri í senn. Ein lærari er hjástaddur at hjálpa foreldrunum at finna bøkur fram, og skúlabókavørður er eisini tøkur, og hevur skipað so fyri, at alt fer rætt fram, og bøkurnar verða skrásettar, sigur Birna Gaard, skúlabókavørður í skúlanum.

Bøkurnar, foreldrini koma eftir, eru bøkur til frílesingarløturnar heima. Í øllum flokkum fáa næmingarnir ein heimasetning at gera hvønn dag, umframt ymiskt at lesa.

- Nógvir lærarar leggja upp til, at næmingarnir lesa meiri nú, meðan heimaskúli er, enn tá ið vanlig skúlagongd er, og vit síggja, at tey flestu børnini lesa væl meiri enn vanligt, tí tey hava góða tíð. Sjálvandi eru tað summi, sum ikki lesa meiri enn tey skulu, men sum heild haldi eg, at vit kunnu siga, at tey flestu lesa meiri. Allarflestu foreldur taka av møguleikanum at koma í skúlan at læna bøkur, og tey fegnast um møguleikan. Summi siga, at tað er eitt spæl at fáa børnini at lesa, meðan onnur siga, at tað er tungt. Er arbeiðsbyrðan hjá foreldrunum stór, kann tað vera tungt at halda teimum til. Vit royna ikki at leggja ov nógv á foreldrini, soleiðis at tey verða ovbyrjað av skúlatingum hjá børnunum, og tí er tað ikki so nógv felagstekstur, vit biðja tey lesa, men heldur frílesing.

Á skúlabókasavninum eru í hesum døgum tómar hillar og bíðilisti til summar bøkur. Tað eru serliga foreldur at børnum í grunddeildini og miðdeildini, ið taka av møguleikanum at læna bøkur, og tí er tað serliga krabbabøkur, sum verða læntar.

- Nógvir kassar við krabbabókum eru tómir. Vit síggja, at bøkur um djór eru væl umtóktar, at bøkur um fótbólt eru væl umtóktar, og eisini faktabøkur um alskyns evni. Eisini stuttligar bøkur eru nógv umbidnar. Bøkurnar um superhetjurnar eru ógvuliga væl umtóktar, og bíðilistin er langur at sleppa at læna tær.

Foreldur at næmingum í hádeildini eru ikki líka ofta at síggja á skúlabókasavninum, og tað er ikki so løgið, heldur Birna Gaard.

- Næmingarnir í hádeildini hava meiri skúlating enn hini, eru bundin av fjarundirvísing, hava færri stundir at lesa frílesing, og so lesa tey eisini nógv á netinum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.