Tíðindi

Børn tørv á hjálp frá vaksnum at koma ígjøgnum sorg

Sorgartilbúgvingin í skúlanum er sera umráðandi; hon kann verða avgerandi fyri, hvussu eitt barnið kemur tvørtur um eina kreppu ella sorg, sigur Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum

4. mai 2020

Børn, sum hava tað trupult og ikki fáa ta hjálpina, teimum tørvar, kunnu lættliga gerast til trupul børn í skúlanum. Sorgararbeiðið í skúlunum hevur til endamáls at fyribyrgja, at hetta hendir, og at hjálpa børnunum so væl til ber at fóta sær, ikki bara í kreppu og beint eftir miss, men eisini rúma tíð aftaná. Hetta er aðalhugsjónin við sorgartilbúgvingini í skúlunum.                   - At børn missa foreldur ella hava foreldur, sum eru illa sjúk, ávirkar tey nógv, sama hvussu gomul tey eru, og tað kann hava stóra ávirkan á skúlagongdina, læringina og menningina hjá teimum; fáa tey ikki ta hjálpina, teimum tørvar, verða avleiðingarnar uppaftur størri, sigur Jansy Gaardlykke.

Í Krabbameinsfelagnum síggja tey nógvar av familjunum, sum verða raktar av álvarsligari sjúku og deyða. Tey síggja mong dømi um, hvussu fyrst sjúkan og síðan deyðin ávirkar alla familjuna.

- Serliga tá ið børn eru í familjuni, er støðan serlig og sárbar. Tí liggur tað okkum á hjarta at hjálpa hesum børnum, eitt nú við at skipa fyri skeiðum fyri lærarar, sum eru um hesi børnini dagliga.

At taka sær av børnum í sorg og kreppu er ikki ein nýggj uppgáva, sum verður løgd á lærarar, tí kreppa og sorg er partur av lívstreytunum hjá okkum øllum. Børn eru stóran part av degnum í skúla, og tí mugu skúlarnir hava sorgartilbúgving, vísir Jansy Gaardlykke á.

- Trivnaðurin hjá børnum verður raðfestur høgt í skúlunum; har er trivnaður hjá børnum, sum eru í sorg, ein partur. Lærarar eru skúlaðir at vera um børn, og teir eru vanir at taka sær av børnum í øllum møguligum støðum. Lærarar kenna børnini, kenna viðurskiftini hjá teimum heima, og tí er tað natúrligt, at teir eisini hugsa um stúranina ella sorgina, ið barnið hevur, tá ið foreldur eru álvarsliga sjúk, og tá ið barnið missir. At lærarar eisini skulu taka sær av barninum í sorg, er ikki ein nýggj uppgáva, sum vit leggja á herðarnar á teimum, tí hesa uppgávuna hevur skúlin altíð havt. Tað snýr seg tí ikki um meiri tíð ella fleiri uppgávur, men heldur um, at tað í dag er størri tilvit um, hvussu ómetaliga umráðandi tað er, at skúlin hjálpir barninum í sorg og kreppu.

Sambært spurnarundu, sum Skúlablaðið hevur gjørt, kemur fram, at flestu skúlar hava sorgartilbúgving; dagligi leiðarin í Krabbameinsfelagnum er sera fegin um, at skúlarnir taka sorgartilbúgvingina í álvara.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2020


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.