Tíðindi

Børn, sum missa foreldur brádliga, eru í størri vanda at fáa trupulleikar seinni í lívinum

– Hesum børnunum tørvar meiri enn bara eina opna hurð, sigur Lisa Victoria Burrell, granskari

5. februar 2021

Lisa Victoria Burrell, granskari, hevur kannað, hvussu børn verða ávirkað av brádliga at missa foreldur av orsøkum sum vanlukku, sjálvmorði ella drápi.

– Børnini verða mangan nevnd tey gloymdu, sum sita eftir, tí tey kunnu hava trupulleikar av at siga frá sorgini, og tí tey ikki fáa hjálp eftir tilburðin, sigur Burrell.

Kanningin hjá Burrel er tann størsta av sínum slagi í Noregi.

Gevast í skúlanum

Hon hevur kannað, hvussu ein slíkur missur, áðrenn barnið er 18 ára gamalt, kann ávirka skúlagongdina, vandan fyri sálarligum líðingum og sjálvskaða ella sjálvmorðsroynd seinni í lívinum.

Úrslitini eru hesi:

* 43 prosent av børnunum, sum sita eftir, gera ikki miðnám liðugt, samanborið við 33 prosent av teimum, sum ikki hava verið fyri somu hendingum.

* Vandin fyri sjálvskaða ella sjálvmorðsroynd við sjúkrahúsviðgerð sum avleiðing er tvífalt so stórur millum børn, sum hava mist foreldur orsakað av sjálvmorði. Sama er galdandi fyri tey, sum hava mist foreldur í ólukku orsakað av eitran ella døtti. Millum børn, sum hava mist foreldur í ferðsluvanlukku, er eingin munur, sigur Burrell.

– Ólukkur av døtti ella eitran, so sum yvirdosis, verður ofta sett í samband við sálarliga sjúku hjá tí deyða. Bæði ílegur og trupul uppvøkstur kunnu hugsast at økja um vandan hjá teimum, sum sita eftir, sigur Burrel.

Óvæntað og traumatiskt

Burrell tekur støði í einum stórum tali av fólki, ikki færri enn 200.000. Kanningin peikar sama veg: Missir tú foreldur orsakað av drápi, ólukku ella sjálvmorði, ávirkar tað teg seinni í lívinum.

– Tað er ringt at missa foreldur, og tá ið slíkt hendir knappliga, kunnu avleiðingarnar verða enn størri. Tá verður deyðsfallið mangan upplivað sum eitt trauma, sigur Burrel.

Hon leggur aftrat, at deyði av natúrligum orsøkum eisini kann henda knappliga, men at tað tá oftari eru ytri orsøkir til deyðan.

– Tá ið foreldur doyggja knappliga, kann tað  føra til nógvar tankar um, hvussu tað hendi, til dømis kann barnið seta spurningar um tann, sum doyði, píndist illa.

Sjálvmorð og dráp eru harumframt atvoldin av eini ætlaðari gerð. Eisini hetta kann vera ógvuliga traumatiskt fyri tey, sum sita eftir, sigur Burrell.

– Tí er tað vanligt at fáa posttraumatiska strongd ella at uppliva kompliseraða sorg, serliga eftir sjálvmorð, sigur hon.

Kompliserað sorg er eitt intenst slag av sorg, sum røkkur yvir langa tíð, og sum ikki kennist at batna við tíðini. Lívsdygdin minkar, sama ger førleikin at virka nøktandi.

Serlig sorg eftir sjálvmorð

Burrell lýsir sorgina eftir sjálvmorð sum serliga, eisini tí at tey, sum sita eftir, mangan hugsa um orsøkirnar til, at persónurin valdi at doyggja, um tey kundu havt sagt ella gjørt okkurt, og hví tey einki varnaðust.

– Umframt er sjálvmorð framvegis bundið av tabu, stigmatisering og meiri sosialari avbyrging millum tey, sum sita eftir. Tað kann vera ringt at stuðla og merkja stuðulin, sigur hon.

Kari Dyregrov, sosiologur og granskari við Høgskulen á Vesturlandinum í Noregi, hevur granskað nógv í støðuni hjá teimum, sum sita eftir. Hon er samd við Burell í, at sorgin eftir deyða, so sum sjálvmorði og drápi, víkir frá. Stigmatisering, og eisini skomm og skyld, kunnu verða avleiðingar av sjálvmorði, drápi og deyða orsakað av rúsevnum, vísir hon á.

Sum heild kann brádligur deyði geva einum eina uppliving av, at alt, tú hevur tikið fyri givið, við eitt verður tikið frá tær.

– Hetta kann føra til eksistensiellan ótryggleika, ein tanka um, at “tá ið hetta kann henda, kann alt henda”.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.