Tíðindi

Børn, sum eru partur av eini málsviðgerð, verða ikki hoyrd

- Vit síggja, at børn ikki fáa ta hjálpina, tey hava brúk fyri, ella ikki verða hoyrd nóg væl. Orsøkin kann vera, at tað eru so nógvir partar í málinum, foreldur, skúli, sálarfrøðingur, barnavernd og onnur, sigur Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata

19.10.2022

Nógv børn, sum eru partur av eini málsviðgerð, venda sær til Barnabata, tí tey kenna seg at verða ørkymlað. Hetta kunnu vera málsviðgerðir, sum snúgva seg um tey ella familjur teirra, í øllum førum mál, har tey eru ein partur, og har fleiri ymiskir fakbólkar eru uppí. Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, heldur, at fyrispurningarnir frá børnunum og teimum ungu benda á, at tørvur er á einum samskipara ella akkersfólki í málsviðgerðunum.

- Tað kemur óvart á okkum, at tey eru so nógv, sum venda sær til okkara í slíkum málum. Hetta eru børn, sum ikki vita síni livandi ráð og hava brúk fyri hjálp í málsviðgerðini, tey eru ein partur av. Vit síggja, at børn ikki fáa ta hjálpina, tey hava brúk fyri, ella ikki verða hoyrd nóg væl. Orsøkin kann vera, at tað eru so nógvir partar í málinum, foreldur, skúli, sálarfrøðingur, barnavernd og onnur.

Barnabati hevur í nógv ár víst á týdningin, at børn fáa ein fakligan hjásita í málsviðgerðum. Fakligi hjásitin hevði tryggjað, at barnið er partur av síni egnu málsviðgerð, og at tað verður hoyrt í málinum, og ikki minst, at tey, sum skulu viðgera málið, hava bestu fortreytir at skipa ta besta tilgongdina fyri barnið og fáa neyðugu upplýsingarnar úr barninum, sum kunnu lýsa málið. Ein hjásiti er óheftur, fakligur vegleiðari, sum skal stuðla barninum í teirri tilgongdini, tað er í.

– Hjásitin er grundleggjandi barnarættindi og hevur alla tíðina hava barnsins besta í huga. Barnið skal játta at hava hjásita, og hjásitin skal tryggja, at barnið skilur tað, sum fer fram, og at skipanin, rætturin ella myndugleikarnir, skilja barnið. Vit hava sæð ov nógv til, at tað haltar í so máta, og at barnið er við sviðusoð.

Hjásiti, samskipari ella akkersfólk eru í skipanum uttanlands.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.