Tíðindi

Børn og ung undir trýsti

Óttin ikki at vera partur av einum felagsskapi fyllir meiri enn óttin fyri at avrika og fáa góðan karakter til eina próvtøku. Tað siga Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, og Ugur Kevioglu, mentorsamskipari í Barnabata

02-01-2023

Barnabati hevur samband við nógv børn og ung, bæði gjøgnum ráðgevingina og gjøgnum ymsu skipanirnar, tey eru partur av, eitt nú verkætlanina Betri vinir og mentorskipanina. Djóni J. Eidesgaard, sum hevur verið aðalskrivari í Barnabata seinastu 10 árini, heldur ikki, at tað í sjálvum sær eru royndir og kanningar, sum elva til strongd og mistrivnað í skúlanum, men hinvegin vantandi ella vánaligt samband millum børn og vaksin.

- Tað er trupult at svara eintýðugt og einfalt upp á ein so stóran spurning, hvat tað er, sum ger, at børn mistrívast. Vit eru í sambandi við børn og ung, sum ikki orka, tíma ella vilja í skúla. Hetta síggja vit eisini hjá børnum, sum hava orkurík foreldur. Vit eru eisini í sambandi við børn, sum óttast fyri at enda í einum serflokki. Tað fata tey sum ta ringast hugsandi revsingina yvirhøvur, tí har vil eingin vera. Vit síggja eisini skúlaaftran, og vit hava børn í mentorskipanini, sum ikki vilja í skúla. Tá ið talan er um skúlan, so kunnu tað vera so nógv viðurskifti, ið spæla inn. Vit vita, at tað eru børn, sum kenna seg at vera undir trýsti beint upp undir eina próvtøku, men vit hava ongantíð hoyrt børn siga seg vera strongd av at skula til landsroynd ella PISA-roynd. Tá ið tað er sagt, so koma vit vanliga í samband við børn eftir, at tey hava stríðst við eitthvørt í eina tíð. Hvat liggur undir, at tey stríðast, fáa vit ikki altíð at vita.

Ugur Kevioglu, sum er mentorsamskipari, ICDP-lærari og AKT- og inklusjónsvegleiðari í Barnabata, kemur í samband við næmingar í framhaldsdeildini, sum kunnu kenna seg at vera undir trýsti, tá ið tey skulu til próvtøku.

- Tá ið eg tosi við børn og ung, so snýr trýstið seg meiri um óttan fyri ikki at vera partur av einum felagsskapi, heldur enn óttan fyri at avrika og fáa góðan karakter til eina próvtøku. Summi fáa ilt í búkin, áðrenn tey koma í skúla, tí tey stúra fyri, um tey eru partur av felagsskapinum ella ikki. At avrika, tá ið talan er um at vera partur av felagsskapinum ella ikki, er ein trupulleiki, vit kenna nógv til. Vit síggja eisini ung, sum hava stórt sjálvsálit og lágt sjálvsvirði, mangan gentur, sum duga framúr í skúlanum og í ítrótti, men so hava tær tað so ringt við seg sjálvar. Sjálvsmyndin sigur teimum, at tær hava bara virði, um tær megna av avrika tað perfekta, og tað kann sjálvsagt elva til strongd.

Relatiónirnar millum børn og ung og lærara kunnu gera allan munin, tá ið talan er um at trívast í skúlanum og lívinum sum heild, eru bæði Djóni J. Eidesgaard og Ugur Kevioglu sannførdir um.

- Spyrja vit børn og ung, hvønn lærara teimum dámar best, so svara tey øll sum við ein munn, at teimum dámar best lærugreinina, har tey hava ein lærara, tey hava góða relatión til ella samband við. Relatiónin nýtist ikki at vera eitt tætt samband, men kortini eitt samband, har tíð er at tosa saman og arbeiða við trivnaði. Tað er ikki uttan orsøk, at tað verður tosað nógv um, hvussu nógva tíð lærarin hevur til hvønn einstakan næming at arbeiða við trivnaði samanborið við alt tað fakliga, sum skal náast eitt skúlaár. Tað nyttar lítið at hava nógvar lærarar við serkunnleika í trivnaði inni í fólkaskúlanum, um teir ikki fáa tíð at arbeiða við tí. AKT-lærarar hava til dømis stóra uppgávu í skúlunum, men tíðin, teir fáa at arbeiða við tí, er sera lítil, sigur Djóni J. Eidesgaard.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2022


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.