Bloggur


Bíðitíð

Jógvan Vest, lesandi á Námsvísindadeildini á fyrsta ári, bloggar

28. apríl 2016

Nú verður tað skjótt ... Svøvnleysar nætur, kuldasveitti, tannagrísl og hjartabankan. Dagurin er við at upprenna, og eg fái onki gjørt fyri at útseta lortið. Mangar plaga at vera undanførslurnar, og kreativiteturin hevur leitað sær yvir á ókendar eingir, men nú er ongin vegur aftur.

Eg havi spurt meg fyri hjá teimum kulu í flokkinum, og tey siga, at tað er ongin trupulleiki, men onkursvegna eri eg enn av tí áskoðan, at tey eru full av uggandi lýsingarorðum og skralltómum flosklum; ”onki problem”, ”piece of cake”, ja, onkur fer enntá so langt, at tey siga, um eg ikki klári hetta, so eri eg ikki egnaður til lærarayrkið. Sjálvsvirðið er farið í hundarnar, og kenslurnar í sjálvsving.

Nú eru boðini komin: mánamorgunin klokkan 10:00 skal eg inn. Hví mánamorgun? Ongin kann gera nakað fult mánamorgun.

Brennivínsangurin er ikki farin úr mær tá, og so skal eg inn hagar og vísa, hvør dugur er í mussaskøðinum á mær, meðan bøðilin situr har og skal sannførast um, at alt tað eg lovaði honum síðst eg var inni, er hildið.

Hvussu er og ikki, so hevur hetta ávirkað meg og mín dagligdag nú í langsamiliga tíð, og ongi tekin eru á himmalhválvinum um, at tað fer at batna við bræði. Fjúsið er styttri enn vanligt, og tað sum fyrr minst varð hálvgjørt, stendur nú og ýlir eftir mær sum ein folandi ryssa, ið ikki fær eftirburðin út. Eg kann so altíð ugga meg við, at í mínum føri er eftirburðurin altíð lættari enn sjálv føðingin. Tá ræður ein friðsæla, ið breiðir seg langt yvir mín egna matrikkul og skapar eina so sjáldsama ró, ið ikki er sædd síðani jomfrúføðingina.

Fyrireikingin frá mínari síðu kann tó ikki lastast. Eg havi lisið, lurtað, kannað og eygleitt hvønn tann einasta ein krók, ið hugsingur kann verða um, men hvat fjandin nyttar tað, um tað ikki kann fáa angistin vekk? Um onkur onkuntíð onkustaðni, ella nakar nakrantíð nakrastaðni hevur verið fyrireikaður, so eri tað eg. Og eg dugi eisini væl at lúgva, um tað skuldi verið neyðugt. Men bøðilin hevur eygað, ið sær alt. Hevði hann av illanstíð verið vánaligur til sítt handverk, so eg kundi lumpað hann. Men lort heldur, hann er av teimum frægastu innan sítt yrki, so har verður hvørki lumpað ella lirkað. Vegurin er vístur, ljósini lýsa, og kósin klár, so nú má røkka ella støkka. Eg má bara viðganga fyri mær sjálvum, at hetta er fyri mítt egna besta, og tá eg einaferð komi út aftur haðani, so skal eg ikki aftur fyrrenn um 6 mánaðir, til tannlækna.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.