Tíðindi

Bíðið við frílesing

Í Danmark hava nógvir skúlar sett lesibond í verk, onkur einstakur í Føroyum. Lesiband er átak at fremja lesingina hjá næminginum. Næmingurin situr og lesur innantanna fyri seg sjálvan. Men frílesing ella lesing, har hvør einstakur næmingur situr og lesur innantanna, setur stór krøv til bæði avkoding og ímyndingarevni. Tí eigur hetta ikki at setast í verk í teimum yngstu flokkunum, heldur Louise Rønberg frá lesivegleiðaraútbúgvingini á UCC.

1. november 2019

Minnist til at lesa 20 minuttir um dagin hvønn dag! Soleiðis hava ráðini frá mongum vælmeintum lærara ljóðað í mong ár. Hetta eru góð ráð, bara ikki, tá ið talan er um yngstu næmingarnar, tí tá er vandi fyri, at vit fáa beint tað øvuta burtur úr annars góða átakinum.

- Tað er strævið at vera byrjunarlærari. Nógv orka verður brúkt til at avkoda flest orð. Tí eru 20 minuttir at lesa heima mangan alt ov nógv at krevja av einum næmingi í fyrsta flokki; teir kunnu rætt og slætt missa ondina. Sum ein góð tummilsregla er tað nóg mikið, at barnið lesur so nógvar minuttir heima, sum barnið er gamalt, tað vil siga umleið 7-8 minuttir. Megna børnini at lesa meiri og longri, skulu tey sjálvandi ikki steðgast.

Soleiðis sigur Louise Rønberg, sum er adjunktur og lærari á lesivegleiðaraútbúgvingini fyri grundskúlan á UCC. Tá ið hon verður biðin um at taka dagar ímillum, hvat virkar – og ikki virkar – soleiðis at yngstu næmingarnir gerast góðir lesarar, tekur hon støði í teirri umfatandi granskingini, sum er gjørd á økinum seinastu 30 árini, umframt nógvum royndum á økinum, eitt nú hennara egnu regluligu vitjanum á landsins skúlum.

- Børn skulu vita, at lesing gevur meining. Tey skulu ikki finna seg í, at tað, tey lesa, er volapyk.

Tá ið børn skulu menna sínar lesiførleikar, sum eru so avgerandi fyri, at tey kunnu ogna sær aðrar førleikar, mugu tey menna førleikarnar at lesa orð og lesifatan við at lesa nógvar tekstir. Tað er ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum. Tað krevur venjing saman við øðrum.

- Eftir mínum tykki eigur ein næmingur, sum er í ferð við at læra at lesa, ikki at sita einsamallur og lesa. Børnini eiga í staðin at lesa hart fyri hvørjum øðrum saman við einum næmingum, sum er komin á lagið at lesa og hevur nakrar royndir. Tað er ein góður máti at stuðla barninum. Tá ið barnið lesur hart í staðin fyri innantanna, kann tað lurta og hoyra, hvussu tað lesur og tí eisini rætta seg sjálvt.
Sjálvt tunnar lættlesingarbøkur, sum hava ljóðrøtt orð, kunnu verða ein avbjóðing fyri ein byrjanarlesara. Tí er umráðandi við stuðli frá einum betri lesar. Tey eiga at fáa vegleiðing alla tíðina, sigur Louise Rønberg.

So hvørt lesiførleikarnir verða mentir, fáa børnini hug og áræði at seta seg fyri seg sjálv at lesa innantanna. Kortini er tað umráðandi at minna tey á, at tað at lesa hart kann vera ein góður máti at hoyra, hvussu man lesur, eisini hvussu man lesur skeivt.

Kelda: blivklog.dk

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.