Tíðindi

Aðalorðaskifti um fólkaskúlan

Vónandi fara lærarar at fylgja við í orðaskiftinum, tí tað er her vit hoyra, hvørjar hugsanir okkara fólkavaldu hava um føroyska fólkaskúlan. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

13.02.2024

24. mai 2023 varð tilmælið um broytingar í fólkaskúlaógini handað landstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum. Í hesum tilmæli eru nógvar frágreiðingar og eisini tilmæli um ymiskar broytingar. Ein tann mest umtalaða broytingin er helst floksstøddin. Tilmælt verður, at næmingatalið í flokkunum verður 20 næmingar, samstundis sum ynskiligt er, at tvílæraraskipanin verður styrkt munandi, soleiðis at tveir lærarar vera um flokkarnar.

Hetta økir um møguleikan fyri fjølbroytni í fólkaskúlanum. Vit ynskja, at næmingarnir arbeiða bókligt, handaligt, verkligt o.s.fr. Avbjóðingin í dag er, at lærarin er ov nógvar tímar einsamallur við einum alt ov høgum næmingatali. Verður hetta broytt, gerst tað munandi lættari at arbeiða við fjølbroyttum arbeiðshættum. Tað er trupult at náa øllum næmingum í flokkinum, um vit eitt nú arbeiða við at gera kanningar av ymiskum slagi. Skulu vit fanga áhugan hjá næmingunum, eitt nú í náttúru og tøkni, hevur tað týdning at næmingarnir stundum hava møguleika at arbeiða við evnum, teir sjálvir hava valt. Tað er ongin trupulleiki hjá læraranum at stuðla næmingunum í hesum arbeiði. Avbjóðingin er heldur tann, at tað er ymiskt, hvussu nógva hjálp næmingarnir hava brúk fyri. Eru næmingar, ið hava tørv á nógvari hjálp, gerst ov nógv bíðitíð hjá hinum næmingunum. Sostatt verður tað munandi lættari at arbeiða við ymiskum kanningararbeiði ella við ymiskum evnum, tá tveir lærarar eru um flokkin. Eisini í bókligu fakunum gerst tað munandi lættari at arbeiða fjølbroytt, um tveir lærarar eru um flokkin, samstundis sum tað lættir um trivnaðararbeiðið í flokkinum. Sostatt eru einans fyrimunir við at hava tveir lærarar í flokkunum.

Tilmælið leggur upp til at: meiri tíð verður til einstaka næmingin, lærarin verður førleikamentur, undirvísingin verður fjølbroyttari, handaligu og skapandi lærugreinarnar verða styrktar og møguleiki verður fyri samlæring. Hetta er bert nakrir av ágóðunum, sum vit síggja í tilmælinum um fólkaskúlan.

20. februar verður so aðalorðaskiftið um fólkaskúlan. Vónandi fara lærarar at fylgja við í hesum orðaskiftinum, tí tað er her vit hoyra, hvørjar hugsanir okkara fólkavaldu hava um føroyska fólkaskúlan. Vónandi fáa vit eitt virðiligt, sakligt, áhugavert og mennandi aðalorðaskifti um fólkaskúlan. Fólkaskúlin er, hóast alt, grundarsteinurin undir útbúgvingarmøguleikunum hjá okkara ungu, harvið eisini framtíðarborgarunum í samfelagnum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.