Tíðindi

Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag boðar frá einum sterkum fakfelag

Fremsta málið hjá fakfelagnum er at arbeiða fyri lønarligu og starvsligu áhugamálunum hjá limunum. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

24.05.2018

Nógvir limir vóru møttir á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag leygardagin 21. apríl í Læraraskúlahøllini, og tað ber boð um ein sterkan felagsskap. At fleiri bjóða seg fram til nevndarsessirnar, vísir eisini, at felagið hevur ein vaknan limaskara. Tað økir eisini um spenningin á aðalfundinum og hvessir fakfelagskjakið.

Tað eru góð arbeiðslíkindi hjá nevndini at hava ein sterkan aðalfundi í rygginum. Tað er gott, tí limirnir hava brúk fyri einum sterkum Føroya Lærarafelag. Einum fakfelag, har samskiftið í felagnum fær okkum at skilja og virða støðuna hjá hvør øðrum í felagnum. Arbeiðið hjá nevndini er fyri limirnar og krevur tí gott samband við limirnar. Tí er samstarvið hjá nevndini við álitisfólkini, undirfeløgini og Skúlaleiðarafelagið neyðugt fyri felagskapin. Afturat hesum eru limafundirnir, har einstaki limurin verður møttur.

Fremsta málið hjá fakfelagnum er at arbeiða fyri lønarligu og starvsligu áhugamálunum hjá limunum. Limirnir vóru ymiskir á máli um seinasta sáttmálan. Nevndin kundi eisini hugsað sær at bøtt um fleiri viðurskifti, men alt verður ikki vunnið í einum høggi. Formaðurin og nevndin eru varug við hetta og skipa arbeiði í felagnum eftir tí. Nevndin hevur eftirmett samráðingarnar. Arbeiðið fram ímóti næstu samráðingum er longu byrjað. Skulu rættindi vinnast, krevur tað nú sum áður neyva fyrireiking og áhaldandi arbeiði.

Felagið hevur ringar royndir av, at skipanir í skúlanum verða settar í verk, uttan at avtalurnar eru fingnar upp á pláss áðrenn. Tað er ein óskikkur.

Førleikastovurnar vóru settar á stovn uttan at neyvar avtalur vóru fyri teir lærararnar áðrenn. Mentamálaráðið bað Lærarafelagið ikki forða hesum framburði, og avtalur kundu finnast aftaná. Nú síggja vit skilið. Lítið er hent á økinum, og starvsfólk á førleikastovuni troyttast. Sama støða er hjá fleiri, ið røkja aðrar uppgávur í skúlanum og leiðsluuppgávur. Hetta eru viðurskifti, ið nevndin og undirfeløg í samstarvi útgreina, so at vit kunnu vísa á loysnir. Vit eiga at fáa Mentamálaráðið á tal um hesi viðurskifti, so skeivleikar kunnu fáast í rættari lag. Hesir starvsbólkar hava góðar førleikar, um myndugleikarnir ikki geva teimum miðlarnar, so koma teirra evni ikki til sin rætt.

Fremsta uppgávan í skúlanum er floksundirvísingin. Hjá lærarum, ið røkja hesar uppgávurnar, er undirvísingartíðin hækkað í samsvari við, at tíðin til annað virksemi í skúlanum er lækkað. Hetta tyngir arbeiðið hjá lærarunum og stríðir ímóti tilmælinum, at lærarar eiga at samstarva meira um undirvísingina. Hendan gongd má vendast.

At limirnir hava líkinda sømdir er eingin sjálvfylgja. Tað krevst neyvt arbeiði og treiskni at vinna og verja okkara rættindi. Felagið hevur eina góða grund at byggja á, og samstarv við limirnar og Mentamálaráðið fer at vinna lærarum og leiðslum betri arbeiðslíkindi. Samstarv og arbeiðið í tí stilla førir til flestu og ofta bestu úrslitini.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.