Tíðindi

Aðalfundurin

Hvussu er og ikki, so er góð undirtøka á aðalfundinum ein greiður boðskapur úteftir, at limirnir standa aftan fyri felagið og vísa áhuga í fakfelagsarbeiðinum.

28.04.2017

Aðalfundur Føroya Lærarafelags var hildin leygardagin 25. mars í Skúlanum við Løgmannabreyt. Aðalfundir Lærarafelagsins hava vanliga verið hildnir í apríl, men serligar umstøður gjørdu, at fundurin var eitt sindur framskundaður. At vit júst løgdu okkum á móðurmálsdagin, føðingardagin hjá V. U. Hammershaimb, var ikki tilætlað og helst eitt sindur óheppið. Treyðugt so eru lærarar áhugaðir at taka lut á almenna tiltakinum móðurmálsdagin.

Laka uppmøtingin á aðalfundinum í fjør var ein hvøkkur, serliga fyri nevndina. Til aðalfundin í ár møttu hálvtriðhundrað limir, og tað er meira enn vanligt. Stóri áhugin at stilla upp til nevndina - fýra bjóðaðu seg fram til teir tveir nevndarsessirnar, sum á hvørjum ári skulu mannast - hevur allarhelst havt sína ávirkan. Borðhaldið eftir fundin við góðum mati, sangi og undirhaldi og dansi aftaná hevur eisini lokkað. Tað er avgjørt gagnligt, at lærarar úr øllum landinum hittast undir óformligum umstøðum, sum ein veitsla er. Nógv er at tosa um og at minnast aftur á.

Røddir hava verið frammi um, hví limirnir ikki hava møguleika at atkvøða til formans- ella nevndarval við brævi ella talgilt. Nevndin hevur viðgjørt spurningin, men enn heldur nevndin, at tað hevur stóran týdning, at limirnir møta til aðalfundin. Tað er sjálvandi harmiligt fyri limir, sum av einihvørji orsøk ikki fáa møtt til fundin. Men nevndin raðfestir uppmøtingina framum.

Hvussu er og ikki, so er góð undirtøka á aðalfundinum ein greiður boðskapur úteftir, at limirnir standa aftan fyri felagið og vísa áhuga í fakfelagsarbeiðinum. At kalla allir lærarar eru limir í Lærarafelagnum, ivaleyst er tað ein partur av lærarasamleikanum at vera limur í felagnum. Men tað eigur ikki at verða tikið sum givið.

Landsstýriskvinnan í mentamálum er fastur gestarøðari á fundinum. Hesa ferð hevði Rigmor Dam áhugaverda røðu um leiklutin hjá fólkaskúlanum. Hon kom m.a. inn á dannilsi sum part av uppgávu skúlans, eitt evni, sum serliga seinnu árini hevur verið fráverandi í orðaskiftinum um fólkaskúlan. Og áhugavert var eisini, at Rigmor Dam segði: "Sum landsstýrisfólk í skúlamálum er mítt mál at føra ein skúlapolitikk, har vit ikki implementera fleiri mátitól og kappingarelementir ella blint avrita loysnir úr eitt nú Danmark.”

Hin gestarøðarin var Sigri Gaini, lærari og cand. ped. í heimspeki. Hon hevði áhugaverda framløgu um skúlan í globaliseraða heiminum. Hon røddi um árinini av globaliseringini yvirskipað, men eisini ítøkiliga, t.d. í hvønn mun vit eru fyrireikað til at taka ímóti tilflytarum við øðrum móðurmáli enn føroyskum. M.a. segði Sigri Gaini: “Skúlin er óivað tann stovnur (saman við barnagørðum og vøggustovum), ið ber størstu ábyrgdina, tá ið ræður um integratión av tilflytarabørnum." Talan er um eina avbjóðing, sum upptekur lærarar í vaksandi mun. Røðurnar hjá Rigmor Dam og Sigri Gaini liggja báðar á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

Tey, sum stillaðu upp til nevndarvalið, høvdu framman undan atkvøðugreiðsluni hvør sína framløgu. Framløgurnar vóru hvør í sínum lagi áhugaverdar, og nýggjar hugsanir komu eisini fram.

Umframt vanligu aðalfundarskránna var orðaskifti um mál, sum eru frammi millum lærarar. Ikki óvæntað, so snúði nógv seg um arbeiðsviðurskifti og átrokandi ábøtur, ið striltið gongst at fremja. Hóast tað hjá fleiri tykist møtimikið at taka orðið framman fyri so stórari mannfjøld, so vóru fleiri, sum tóku orðið.

Samanumtikið ein góður aðalfundur. Góða uppmøtingin er ein áeggjan til nevndina um framhaldandi at gera eitt munagott arbeiði.

Oddagrein eftir Herálv Jacobsen, formann Føroya Lærarafelags, í Skúlablaðnum, sum kemur í dag.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.