Tíðindi

Aðalfundardagurin savnar lærarar

Føroya Lærarafelag hevur sín árliga aðalfund og veitslu 21. apríl. Helst og vónandi verður kjakið lívligt, virðiligt og gevandi, tí vit hava øll eina ábyrgd at viðgera og menna okkara yrki. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

07.03.2018

Okkara 120 ára gamla felag hevur eina ríka og virðiliga søgu at vísa á. Við eitt nú mentanini, mentafólkum, fólksins vilja, treiskni og samráðingum hava vit vunnið okkum rættindi, sum veruliga tryggjar okkum góðar arbeiðsumstøður, tryggingar og góða eftirløn eftir eitt ríkt og langt arbeiðslív.

Grundin er formað, og tað verður so leiðsla saman við lærarum, ið eiga at byggja á hesa grund í felag.

Mangan er kjakið gott og til tíðir heitt á lærarastovum, í ymiskum krókum og á facebook um sáttmálan, arbeiðskor, verkfall, serøkið, ískoytisútbúgvingar, eftirløn o.a. Vit ynskja øll at betra um okkara umstøður og løn, og soleiðis vil tað – og skal tað – altíð verða.

Nøkur av hesum nevndu evnum verða ivaleyst snúningspunkt í kjakinum á aðalfundinum. Púra greitt er, at vit høvdu ynskt, at øll øki vórðu lyft her og nú. Tíverri ber tað ikki til, men vit halda fram í treiskni at halda sambandið gott við myndugleikar og undirfeløg soleiðis, at vit í nærmastu framtíð hava greiðar mannagongdir og umstøður á viðkomandi skúlaøkjum.

Verja um vunnin rættindi

Lærarar, skúlaleiðarar og nevndin eiga øll at hava eitt vakið eyga við, um okkara sáttmálavunnin rættindi verða útint á rættan hátt. Vit mugu fylgja við, vísa ár og siga frá so skjótt sum vit merkja um okkurt ivasamt fer fram.

Eingin tilvild skal valda – vit hava ein sáttmála og eina arbeiðstíðaravtalu, sum vit skulu halda og verja um.

Dagurin, vit hittast

Fyri meg hevur aðalfundardagurin verið ein læraradagur burtur av, har eg við mínum starvsfeløgum gleddi meg at hitta aðrar lærarar og hoyra, hvussu okkara arbeiðsøki hevði tað. Vórðu tað fleiri, sum stillaðu upp til nevndina, so varð aðalfundurin vanliga nógv fólkaríkari.

Og tað gjørdi tað als ikki verri, um ein góð læraraveitsla varð aftan á fyri tey, sum møttu á aðalfundi. Í veitsluni hittast vit í minni formligum umstøðum aðrar lærarar, og oftani heldur kjakið frá aðalfundinum fram langt út á kvøldið.

Tískil meta vit, at ein veitsla veruliga er eitt gott punktum fyri hendan dagin.

Vit gleða okkum at síggja fólk, sum eru góð við skúlan, og bjóða tí lærarum, gestarøðarum o.ø. vælkomnum á aðalfund í Føroya Læraraskúla á Frælsinum leygardagin 21. apríl og í góða veitslu í HB-húsinum leygarkvøldið 21. apríl.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.