Tíðindi


Avtalubrot er álitisbrot

Tað er blivið alt meira greitt, at Mentamálaráðið hevur útveitt avtalubrot til skúlaleiðslurnar at fremja.

8. desember 2017

Smálutastýringin úr Mentamálaráðnum verður útint soleiðis, at tíðin til hvørja einstaka uppgávu í fólkaskúlanum er oyramerkt og útlutað í smáum skamtum. Boðini úr Mentamálaráðnum, at leiðslur kunnu raðfesta, eru ein beinleiðis áheitan um at ganga lættliga um fólkaskúlalógina ella, sum meira trúligt er, at umgangast ásetingarnar um arbeiðstíð hjá lærarum. Eingin avlopstíð er at raðfesta við.

Í summum førum fer Mentamálaráðið eitt stig longri, sum tá ið ráðið í mars sendi skúlaleiðslum skriv um, at nú bleiv loft lagt á arbeiðstíðina hjá kt-vørðum, soleiðis at skúlin ikki skal hava fleiri teldur enn talið av næmingum og lærarum í skúlanum. Ivaleyst er tað eindømi í øllum heiminum, at eitt mentamálaráð roynir at forða menningini av talgilda økinum í fólkaskúlanum.

At serøkið liggur í andaleypi eru ábendingar um. Mentamálaráðið lýsir og endurlýsir eftir stjóra til Sernám, tí leiðslan og eisini onnur starvsfólk eru rýmd av søkkandi skútuni. Fyrst í oktober søgdu 17 av 27 skúlastjórum, ið vóru spurdir, at teir kundu hugsað sær fleiri tímar til sernámsfrøðiliga undirvísing. Svarið úr Mentamálaráðnum er, at tað fáa tey ikki, men at økið skal umskipast. Og tað ljóðar gott, í hvussu er hjá teimum, ið ikki vita betur.

Um landið eru stovnaðir serflokkar, har næmingar við serligum tørvi, burturav ella lutvíst, fáa undirvísing. Skipanin roynist væl, m.a. á tann hátt, at lærarar fáa royndir og savna vitan á einum øki, sum er sera fjøltáttað. Men eisini her sær Mentamálaráðið ein møguleika at spara.

Í arbeiðstíðaravtaluni millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið stendur púra greitt, at fyri at undirvísa næmingum við serligum tørvi verða 12,5 minuttir latnir eyka fyri hvønn tíma. Mentamálaráðið hevur givið skúlaleiðslum harraboð um, at lærarar, ið arbeiða í serflokkum, skulu ikki fáa hesa eyka tíð, og um skúlastjórin av einhvørji orsøk ikki vil akta harraboðum, so hevur Mentamálaráðið sett tøkniligar forðingar fyri, at eykatíðin kann skrásetast. So greið boð um at bróta arbeiðstíðaravtaluna eru neyvan fyrr givin úr Mentamálaráðnum, og so á einum øki, ið frammanundan ikki hevur nóg góðar umstøður.

Lærarafelagið hevur havt óteljandi fundir við umboð úr Mentamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum um málið, men til fánýtis. So nú verður málið sent gerðarrættinum at taka støðu til.

Fíggjarmálaráðið er samráðingarpartur hjá Føroya Lærarafelag, men eitt ráð, sum so tilvitað sær millum fingrarnar og beinleiðis stuðlar avtalubrotum hjá Mentamálaráðnum, er ikki serliga álitisvekjandi. Orðini hjá Pæturi bónda í Funningi á sinni renna einum til hugs, men tey eru betri ósøgd.

Oddagrein eftir Herálv Jacobsen, formann Føroya Lærarafelags, í Skúlablaðnum, sum er komið í dag.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.