Tíðindi

Avmarkað atgongd til internetið undir royndum

Ráðharrin í kenslumálum í Danmark hevur gjørt av, at tað í framtíðini ikki verður atgongd til internetið undir royndunum í miðnámi. Endamálið er at forða, at næmingar snýta.

15.09.2017

Fleiri dømi eru um, at næmingar snýta, tá ið teir brúka interntið undir royndum og próvtøkum; hetta hevur havt við sær, at Merete Riisager, kenslumálaráðharri í Danmark, broytir kunngerðina, soleiðis at tað bara verður avmarkað atgongd til internetið, tá ið próvtøka er.
- Vit síggja tíverri dømi um, at tað er ov freistandi at snýta til próvtøkur, og so missir próvtøkan týdningin. Næmingarnir skulu vísa, hvat teir duga, ikki hvussu skjótir teir er at leita eftir upplýsingum á netinum; tí fari eg at lata handa motorvegin aftur, sigur Merete Riisager.

Næmingar í Danmark fáa sostatt somu umstøður, sum eru galdandi í Svøríki, Hollandi, Estlandi, Letlandi, Litava og Finnlandi, har tað ikki er loyvt at brúka internetið til fakliga hjálp, meðan próvtøka og roynd er. Reglurnar fyri hjálpitól verða annars tær somu. Tað verður framvegis loyvt næmingum at brúka undirvísingartilfar og onnur hjálpitól í flestu lærugreinum. Tað kunnu vera talgildar orðabøkur ella e-bøkur, sum eru brúktar í undirvísingini.

Og flestu royndir og próvtøkur verða framvegis á teldu, og nógvar av uppgávunum fara framvegis at verða sendar umvegis heimasíðuna á skúlanum. Reglurnar ávirka allar næmingar, sum eru farnir undir gymnasialt miðnám eftir 1. august 2017.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.