Tíðindi

Avgerðin um týskt sum upptøkukrav eigur at verða væl grundað

Føroya Lærarafelag hevur gjørt viðmerkingar til upptøkukunngerðina um týskt

15. januar 2020

Eigur týskt at verða upptøkukrav til ávísar breytir á miðnámi ella ikki? Føroya Lærarafelag hevur eins og onnur havt høvi at gera viðmerkingar til kunngerðina um broyting av kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar. Felagið heldur, at skulu broytingar gerast í upptøkutreytunum til miðnám, so eiga broytingarnar at verða væl grundaðar, umframt at fólkaskúlin og næmingarnir eiga at fáa rúma tíð at laga seg til broyttu umstøðurnar.

Seinast upptøkukunngerðin varð broytt, var 19. juli 2019. Broytingin má brádliga á, og greiningin av støðuni var avmarkað. Hetta órógvaði næmingar, lærarar og skúlastjórar í fólkaskúlanum.

- Tí tekur Lærarafelagað undir við at taka broytingina frá 19. juli 2019 aftur, um so er, at tað verður sett tíð og orka av at gera ein størri greining av støðuni hjá týskum og fremmandamáli í fólkaskúlanum og á miðnámi, so at ein avgerð kann takast á einum breiðari og greiðari grundarlagi. Avgerðin, hvørt týskt eigur at vera upptøkukrav til miðnám, verður einki verri, um hon verður útsett í eitt ella tvey ár, sigur felagið.

Miðnámsskúlar hava víst á, at næmingar í minni mun nú enn áður velja fremmandamál á A-stigi. Somuleiðis er víst á, at prosentparturin av føroyskum miðnámsskúlanæmingunum, ið velja fremmandamál á miðnámi, er lægri enn í teimum londunum, vit sammeta okkum við. Hetta er ein gongd, ið vit mugu taka í álvara og gera neyðugar tillagingar fyri at bøta um støðuna.

Um broytingar verða gjørdar um týskt sum upptøkukrav til ávísar breytir í miðnámi, so er týdningarmikið, at fólkaskúlin og næmingarnir fáa eitt skotbrá at laga seg til nýggju umstøðurnar, so at eingin næmingur verður settur niður ímillum, av tí at tey ikki kendu upptøkukrøvini til miðnám, tá ið tey í sjeynda flokki valdu vallærugreinir til 8. flokk. Felagið mælir til, at broytingarnar í upptøku til miðnám ikki fáa gildi, fyrr enn frá skúlaársbyrjan 2024. Næmingar í 7. flokki skulu nú um stutta tíð velja vallærugrein til 8. flokk; tí er skotbráið ov stutt, til at tey kunnu laga seg til nýggju broytingarnar.

- Tí mæla vit til, at næmingarnir í 7. flokki komandi skúlaár, 2020/2021, møta nýggju krøvunum, sum tey fyrstu. Og um 7. flokkur velur týskt í 8. flokki til skúlaárið 2021/2022, fyri at møta nýggju upptøkukrøvunum til miðnám, so eru hesi liðug til 10. skúlaár í juni 2024 og eru fyrireikað at møta nýggju upptøkurøvunum til miðnám við skúlaársbyrjan í august 2024.

8. juli 2019 læt ein arbeiðsbólkur av lærarum í fremmandamali í fólkaskúlanum og á miðnámi landsstýrismanninum í skúlamálum tilmælið, Fremmandamál í Føroyum – Tilmæli til framtíðarætlan fyri fremmandamál í føroyska undirvísingarverkinum. Hetta tilmælið er ein grund at byggja víðari greiningina á. Málið um fremmandamálini í skúlaverkinum hevur eina skikkaða viðgerð uppiborna, sigur Føroya Lærarafelag at enda í hoyringarsvarinum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.