Tíðindi


Avbjóðandi foreldrasamstarv

Foreldur at næmingum við øðrum etniskum uppruna enn føroyskum vita ikki altíð, hvussu vit gera í Føroyum, hvussu føroysk viðurskifti eru, og hvønn leiklut foreldur hava í Føroyum, tá ið talan er um skúlan, sigur Hallfríð H. í Hjøllum, lærari

21. november 2017

Mentanarmunir og vantandi kunnleiki í føroyskum kunnu vera ein avbjóðing í foreldrasamstarvinum, tá ið talan er um næmingar við øðrum etniskum uppruna enn føroyskum. Um lærarar og heimið ikki kunnu samskifta, verður tað trupult at hava eitt gott foreldrasamstarv, sigur Hallfríð Hammer í Hjøllum, lærari. Í fjør skrivaði hon ritgerð á Námsvísindadeildini um næmingar í fólkaskúlanum við øðrum, har føroyskt er annaðmálið.
- Foreldur at næmingum við øðrum etniskum uppruna enn føroyskum vita ikki altíð, hvussu vit gera í Føroyum, hvussu føroysk viðurskifti eru, og hvønn leiklut foreldur hava í Føroyum, tá ið talan er um skúlan. Tey kunnu hava eina aðra áskoðan á skúlan enn vit, og hava kanska gingið í skúla undir øðrum umstøðum og treytum.

Er næmingurin virkin í frítíðini og tekur lut í ymsum ítrivum, eru útlitini fyri at hann lærir føroyskt góð. Hetta er tó eitt øki, ið liggur uttan fyri skúlans ábyrgd, men í foreldrasamstarvi kunnu lærarar eggja foreldrunum til at melda børnini til ymisk ítriv.
- Foreldraviðtalur eru tvær ferðir um árið, har lærarar og foreldur, eisini onkuntíð næmingar, tosa saman um menningina hjá næmingunum. Tað eru ikki bara fakligu førleikarnir, sum eru í fokus, men eisini, hvussu næmingarnir eru fyri sosialt. Her kunnu lærarar eggja bæði foreldrum og næmingum til ymisk frítíðarítriv. Lærarin er saman við flokkinum dagliga og veit tí, hvat rørir seg í flokkinum. Tó kann lærarin ikki gera meira enn at eggja teimum til, tí tað eru foreldrini, sum gera av, hvørji frítíðarítriv barnið hjá teimum gongur til.

Nógvir lærarar kenna til, at trupulleikar og misskiljingar kunnu koma í, tá ið partarnir ikki samskifta á sama máli. Næmingarnir kunnu lata sum um, at teir skilja, bara fyri at vera fólkalig, vísir Hallfríð H. í Hjøllum á. Næmingarnir kunnu eisini geva felagsskapinum nógv.
- Í skúlanum skulu vit læra um aðrar mentanir og at hava virðing fyri teimum. Hetta er júst nakað, vit kunnu læra í verki, tá næmingar av øðrum etniskum uppruna eru í einum flokki. Hesir næmingar eru við til at ávirka okkara lítla fjarskotna samfelag, og ruska í okkum í okkara lítla dunnuhyli, sum ein av lærarunum í spurnakanningini tekur til. Tað er tó av týdningi, at hesir næmingar, og foreldur teirra, vilja okkara samfelag og vilja gerast ein partur av okkum.

Les grein í Skúlablað nr 5 um evnið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.