Tíðindi

Av alstórum týdningi, at vit skilja málið, ið vit vilja loysa

- Var heimurin svart-hvítur, so var tað so lætt at sundurskilt kt í nýtslu og røkt, men so einfalt er tað ikki, skrivar Jákup av Skarði, formaður í KT-varðafelagnum, í viðmerking til landsstýrismannin í skúlamálum.

17.12.2019

Tað er gleðiligt, at orðing er sett í samgonguskjalið, sum sigur, at talgildu førleikarnir hjá næmingunum skulu styrkjast, og somuleiðis, at Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at tað er upplagt at kalla arbeiðsbólkin saman alt fyri eitt, so vit fáa gongd á at loysa málið innan kt-økið í fólkaskúlanum.

Men tað er av alstórum týdningi, at vit skilja málið, ið vit vilja loysa!

Var heimurin svart-hvítur, so var tað so lætt at sundurskilt kt í nýtslu og røkt, har Mentamálaráðið leiðir og rindar nýtslupartin, meðan kommunurnar standa fyri og rinda fyri at røkja og keypa. Men so einfalt er tað ikki.

Eins lítið og tað nyttar at fara á súkkluverkstað, bara tí ov lítið av luft er í dekkunum, eins lítið nyttar tað, at lærarar ikki duga at loysa minstu trupulleikarnar, ið skal til, fyri at kt er virkið til ta nýtslu, ið krevst í undirvísingini. Men um nú hjólið aftan skal skiftast, kann vera gott at kunna fara til annan persón, ið hjálpir tær at skifta hjólið – uttan at ov long tíð fer við at bíða eftir, at ávíst súkkluverkstað hevur stundir at loysa uppgávuna.

Á sama hátt vilja vit í nevndini í KT-varðafelagnum styðja upp undir, at lærarar nema sær kunnleika innan kt-økið, so kt kann nýtast, har kt er natúrligt. Men eru “her og nú”-trupulleikar, vilja vit eisini styðja upp undir, at kt-vørðir eru á staðnum, ið hava førleika at traðka til, so undirvísingin ikki steðgar upp, til persónur úr aðrari fyritøku hevur stundir at loysa uppgávuna.

Um talan er um nýkeyp, er eisini av alstórum týdningi, at kt-vørðurin á skúlanum ger sítt til, at nýkeypið hóskar til leistin, ið leiðslan hevur sett skúlanum, og at kt-vørðurin hevur førleika at greiða brúkarunum – næmingum og lærarum – frá, hvussu teir nýta kt-amboðini á skynsaman hátt.

Vandin, at leggja alla røkt burtur frá skúlanum, er, at størri møguleiki er fyri, at undirvísingin steðgar upp, og at kt verður valt frá! Neyðugt er ikki, at lærarin dugir “alt” innan umvæling, men alneyðugt er, at kt-vørðurin á staðnum hevur hesar førleikar.

KT-varðafelagið ætlar ikki at standa í skotgrøv. Vit eru longu sett til viks og royna upp í saman at vísa á, at vit eru sera hugað at geva okkara íkast, so talan ikki er um skotgravir, men um samstarv – næmingunum at frama.

Tað er gleðiligt, at Jenis av Rana, landsstýrismaður, vísir á hesa gíslatøku, ið hevur verið galdandi í alt ov drúgva tíð. Tíðin er búgvin, at kt-vørðir verða útbúnir námsfrøðiliga og tøkniliga, at styðja upp undir skynsama undirvísing. Eins og landsstýrismaðurin vísir á, er alneyðugt, at vit kenna arbeiðsinnihaldið, fyri at skipa røttu útbúgvingina. Harafturat er arbeiðsinnihaldið eisini grundin undir orðingum í arbeiðstíðaravtalu, har vit vilja hava greiðu á arbeiðsuppgávunum, ið lagdar verða á kt-vørðin.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.